Mikkjal Thomassen: Mugu spæla okkara allarbesta

Venjarin hjá B36, Mikkjal Thomassen, fekk tað, hann fór eftir í fyrra dystinum á útivølli Belfast. Nevniliga eitt úrslit, sum hann kundi brúka á heimavølli. Tað fekk eisini við einum 0-0-javnleiki, men tað merkir ikki neyðturviliga, at hann fer at spenna álopsbogan á heimavølli.

– Nei, helst ikki. Vit fara at hyggja at dystinum og síðani finna út av, hvar vit skulu leggja trýst á teir. Vit skulu hava eitt meiri mál enn teir, og so eru vit víðari. Ein brotssparkskapping er fyri so vítt eisini í lagi. Vit fingu javnleik í Belfast, og so kunnu vit sanniliga eisini vinna á heimavølli, segði Mikkjal Thomassen eftir javnleikin í Belfast.
Hann legði serligan dent á, at teir høvdu fyrireikað seg væl undan fyrra dystinum, og at teir høvdu lagt ein taktikk, sum skuldi fáa Linfield til at royna seg við innleggum og haðani leggja upp ímillum. Hetta eydnaðist, og tað er helst framvegis eitt loyndarmál hjá gestunum, sum - hóast teir fingu nakrar góðar málmøguleikar umvegis júst innlegg - ikki fingið nakað burturúr, og tað er tískil ikki óhugsandi, at ein taktikkur hesum líkum verður at síggja týskvøldið.
Hann er tó púra greiður yvir, at tað verður ein torfør uppgáva, og at teir skulu spæla upp til sítt allarbesta, um teir skulu spæla seg víðari.
- Tað verður framvegis ein ótrúliga trupul uppgáva. Vit spæla ímóti einum liði, sum hevur hægri støði enn okkara, so tað er eingin ivi um, at vit veruliga skulu spæla upp til okkara allarbesta, um vit skulu hava nakran møguleika, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá B36.