Mikkjal og hansara spæla móti meistaraliðnum í fyrsta umfarinum

Kappingin í bestu norsku fótbóltsdeildini byrjar 1. apríl

Tað var eitt bragd tá Mikkjal Thomassen og KÍ á sumri í 2022 vunnu 3-1 á Bodø/Glimt við Djúpumýru í Klaksvík í dysti hjá KÍ í Champions League undankappingini.

 

Nú fær Mikkjal høvið at endurtaka eitt slíkt bragd móti verandi norsku meistarunum, Bodø/Glimt.

 

Kappingarskráin fyri bestu deildini í Noreg í 2024 fyriliggur, og har sæst, at føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad spælir móti Bodø/Glimt á heimavølli í tí fyrsta umfarinum, ið verður leikt 1. apríl.

 

Í øðrum umfarinum, ið verður leikt 7. apríl spælir Fredrikstad móti Brann Bergen á útivølli. Fredrikstad endar kappingina við dysti á útivølli móti Sandefjord 1. desember. 

 

Fyrsti venjingardysturin hjá Fredrikstad í 2024 verður móti Lillestrøm. Dysturin verður leiktur 27. januar.