Mikkjal fær fýra ár afturat

Bygdaráðið í Porkeri hevur nú skipað seg. Mikkjal Sørensen heldur fram sum borgarstjóri. Hetta verður triðja skeið hansara sum borgarstjóri. Áðrenn hann gjørdist borgarstjóri í 2008, sat hann eitt skeið sum bygdaráðslimur.

 

Andreas Berg verður vararborgarstjóri. Afturat teimum báðum sita Sveinur Magni Bech, Joan Diana Vejhe og Emily Poulsen. Hetta er fyrstu ferð, at tvær kvinnur eru í bygdaráðnum í Porkeri.