Mikael skal heiðrast

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at hava okkara góða starvsfelaga í nógv ár aftrat, siga tey hjá Berg Motors.

 

Seinnapartin í morgin, 3. november, fer Berg Motors at heiðra dugnaliga starvsfelagan, Mikael Bisp.

 

Móttøka verður á bilasøluni frá klokkan 14 til 16, og her verður pinnamatur og okkurt leskandi.

 

Mikael Bisp er goymsluleiðari og samskipari á verkstaðnum hjá Berg Motors.

 

Hann hevur nú starvast í fyritøkuni í 25 ár, og hetta vil bilasølan takka honum fyri.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at hava okkara góða starvsfelaga í nógv ár aftrat, siga tey hjá Berg Motors.