Midnáttarrøða, fýrverk, felagssangur og ungdómsmøti

Á Vestanstevnu verður midnáttarrøðan leygarkvøldið hildin av Mads Karlo Johannesen

Aftaná verður fýrverk og felagssangur undir Tungu. Ungdómurin er eisini aktivur í missiónshúsinum í Miðvági. Tey skipa fyri ungdómsmøti leygarkvøldið klokkan 22. Aftaná er opið hús, har ungdómsbólkurin bjóðar suppu. Guðrið Johansen, Marit Jacobsen og onnur luttaka við sangi og tónleiki