Miðlahúsið savnar pening inn til fátøk børn

Ásannandi at tað eru fleiri børn í hesum samfelag, sum liva í fátækraváða, fer Miðlahúsið at savna inn pening til teirra, sum tørv hava á hjálp.

Í dag fer Miðlahúsið undir átakið "Meðan vit bíða". Ásannandi at tað eru fleiri børn í hesum samfelag, sum liva í fátækraváða, fer Miðlahúsið at savna inn pening til teirra, sum tørv hava á hjálp.

 

"Meðan vit bíða" er heitið á átakinum, sum byrjar í dag. Átakið hevur fingið sítt heitið ásannandi, at politiski myndugleikin ikki hevur gjørt nóg mikið fyri tey børn, sum liva í fátækraváða.

 

Í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið síggja vit, at fremsta uppgávan hjá fjølmiðlunum er at verja einstaklingar og bólkar fyri órætti frá almennum myndugleikum og stovnum, fyritøkum ella øðrum felagsskapum.

 

Seinastu mongu árini hava miðlarnir í landinum varpað ljós á teir mongu føroyingarnir, sum liva í fátækraváða. Tær mongu søgurnar um tær støku uppihaldararnir, sum mugu keypa kálktablettir til børnini, tí tey hava ikki nóg mikið av peningi til mjólk, ella bert kunnu halda barnaføðingardag annað hvørt ár, hava prýtt forsíðu aftan á forsíðu í Miðlahúsinum og øðrum miðlum við síðani hol fyrst varð sett á kjakið fyri nøkrum árum síðani.

 

Seinast var sendingin "Við hjálp frá góðum fólki" víst í Kringvarpinum í seinastu viku, og varð hon enn ein rópandi áminning til okkum øll um, at í Føroyum eru summi fátøk.

 

Hóast miðlarnir í fleiri umførum hava varpað ljós á vaksandi trupulleikan við børnum, sum liva í fátækraváða, so er støðan ikki batnað nevnivert hjá hesum samfelagsbólki. Arbeiðsbólkurin handan álitið um "Eitt føroyskt fátækramark" sigur í álitinum, at kanningar vísa, at eisini stutttíðar fátækradømi kann hava álvarsamar avleiðingar fyri børn.

 

Og júst orsaka av ummálinum av trupulleikanum, og vantandi politisku raðfestingunum á økinum, kennir Miðlahúsið tað neyðugt, at varpa ljós á trupulleikan enn einaferð - um enn eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

 

Komandi vikurnar fer Miðlahúsið at savna pening inn til børn, sum liva í fátækraváða. Allur peningur, sum inn kemur, fer óskerdur til børnini, og er tað Í Menniskjum Góður Tokki, sum umsitur og býtir peningin.

 

Tey, sum ynskja at stuðla, kunnu flyta pening á konto 6460 5402451. 

 

Les meiri um málið í Sosialinum í dag.