Høgni Midjord, sum í hesum kappingarárinum mest er nýttur sum innskiftari hjá B71, var fyri vikum síðan til royndarvenjingar í FC Amager. Hann hevur eftir øllum at døma staðið seg væl, tí Todi Jónsson og felagið bjóðaðu honum niður at spæla. Men tað vil Høgni Midjord ikki.
- Eg haldi ikki, at eg eri til reiðar at fara avstað. Mín sannføring er, at eg havi verið í stórari menning í hesum kappingarárinum, og tí vil eg ikki avstað.
Men hevði tú ikki ment teg munandi meira, um tú skiftir til FC Amager?
- Jú, kanska. Men eg haldi ikki, at eg eri klárur til tað júst nú. Eg havi fingið at vita, at eg eri vælkomin niður seinni um tað er. So tað verður í øllum førum ikki nú, at eg skifti, sigur Høgni Midjord.
Ungi framherjin spældi seinastu fimm minuttirnar, tá B71 vitjaði Víking í gjár. Úrslitið varð 2-2.









