Miðflokkurin hevur dag sent forsætisráðharranum í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hjartaliga til lukku við valúrslitinum í Ísrael í gjár.
Konservativi forsætisráðharrin í Likudflokkinum, vann tryggan sigur á valinum, hóast tað frammanundan var stórur spenningur og veljarkanningar vístu, at tað stóð á jøvnum.
Og nú valsigurin er greiður, hevur Miðflokkurin í Føroyum, sent Benjamin Netanyahu eina heilsan, har tey ynskja honum hjartaliga til lukku við valsigrinum.
- Tínir vinir, og vinir Ísraels í Føroyum ynskja tær, og fólkinum í Ísrael hjartaliga til lukku við stóra og avgjørda valsigrinum, sum tikið verður til í boðunum til Netanyahu.
Miðflokkurin sigur, at tey fara áhaldandi at biðja fyri Netanyahu og stjórn hansara, og tey fara at biðja Guð vísa honum á røttu leiðina í týdningarmikla starvi hansara at leiða Guds útvalda fólk.










