Michael royndast stinnastur

Mándagin var annað árið á rað skipað fyri teirri sonevndu Cop Cup, har løgreglufólk úr Føroyum dystast í ymiskum kendum og minni kendum ítróttargreinum. Vinnari gjørdist Michael Gram úr Sørvági.

Eins og í fjør var eisini onkur dani við í kappingini. Millum annað var vinnarin av kappingini í fjør, Asger Jørgensen úr Danmark, aftur við hesaferð, og eisini var navnframi tollarin, Jónleif Sólsker, við í kappingini.

Gul føraratroyggja
Sum nakað nýtt í ár høvdu fyrireikararnir av Cop Cup 2004 skipað soleiðis fyri, at ein gul føraratroyggja var við í kappingini. Tann luttakarin, ið lá á odda samanlagt, slapp so at verða í gulu troyggjuni, meðan kappast var. Hetta er eitt fyribrigdi, sum er kent úr súkkluheiminum, har eitt nú gula leiðslutroyggjan verður nýtt í heimsins størstu súkklukapping Tour de France.
Eftir ætlan skuldu løgreglufólkini kappast í 18 ymiskum greinum, men av tí at tíðarætlanin ikki helt fult út, var gjørt av at strika hondbóltskappingina. Teir 20 luttakararnir kappaðust í eitt nú kendum ítróttargreinum so sum fótbólti, tennis, badminton og svimjing. Harafturat var eisini kappast í meiri ókendum ítróttargreinum so sum kast av dekkum, renna aftureftir, bowles og fjallarenning. Serliga hendan seinasta kappingargreinin, fjallarenning, vísir seg at verða ógvuliga krevjandi. Runnið varð niðan á eitt fjall, har tríggir kassar av sodavatn stóðu og bíðaðu eftir hvørjum einstøkum luttakara. Luttakararnir skuldu síðani bera allar tríggjar kassarnar runt um eitt ávíst øki, áðrenn greinin varð liðug.

Michael basti Asger
Longu tíðliga í kappingini mánadagin legði Michael Gram úr Sørvági seg á odda og fekk gulu leiðslutroyggjuna. Vinnarin frá í fjør, danin Asger Jørgensen, var í hølunum á Michael, men tað eydnaðist tó løgreglumanninum úr Sørvági at halda tørn, og tá ið seinasta kappingin, sum var bowling, var liðug klokkan níggju mánakvøldið, kundi Michael Gram tí rópa seg vinnara av Cop Cup 2004.