Amerikanski instruktørurin Michael Moore er vanliga ikki bangin fyri at siga sína meining um alt og einki. Hann ætlar ei heldur at lata sum einki, nú allir amerikanarir kjakast um komandi valið.
Hann hevur útsent nýggja film sín ?Slacker Uprising? um amerikanska valstríðið.
Endamálið við filminum er at fáa fleiri ungdómar at atkvøða fyri demokratiska valevninum Barack Obama 3. november. Filmurin, sum Moore tók upp í 2004, fylgir fyrrverandi demokratiska valevninum John Kerry á ferð hansara gjøgnum amerikansku statirnar.
Filmurin verður lagdur út á alnótina og hann kann heintast niður ókeypis. Oscar-vinnandi hittmakarin Michael Moore hevur í løtuni ongar ætlanir um at senda filmin út í biografarnar.