FÓTBÓLTUR
– Tað er ikki hvønn dag, at tú spælir ímóti monnum, sum skalla teg og alt møguligt. Hetta var ein øgiliga harður dystir, men tað gekk.
Soleiðis tók annar av miðverjunum, Rógvi Holm, saman um dystin í gjárkvøldið. Sjálvur var hann so mikið sannførandi í sínum avriki – eins og hann eisini taldist millum teir frægastu ímóti leygarkvøldið – og neyvan gongur long tíð, til hann hevur Brian Kerr í telefonini…
– At vinna ímóti Russlandi er heilt fantastiskt, men vit høvdu viljan til at klára tað. Vit vildu vaska Rumenia-dystin av okkum, so vit koyrdu bara á. Áðrenn dystin grenjaðu russar um vøllin, og teir hildu langt áðrenn dystin, at teir høvdu vunnið, men vit bankaðu teir av, segði Rógvi Holm.
– Í hálvleikinum vóru allir uppi at koyra, so venjararnir máttu fáa okkum niður aftur á jørðina, so vit eisini kundu halda høvdið kalt í seinna hálvleiki. Vit skuldu bara halda tætt og arbeiða saman, og tað gekk eisini.
Hin maðurin í føroysku miðverjuni, Pól Jóhannus Justinussen, upplivdi dystin upp á sama máta:
– Tað var øgiliga strævið. Teir høvdu ein stóran og sterkan mann har frammi, men eg haldi, at vit høvdu tamarhald á. Teir brúktu øll kneb, sum teir kundu, men vit høvdu marginalarnar við okkum í dag, segði hann.










