Hetta er ikki feilurin hjá Havnar Kommunu eina, men tí politiska arbeiðinum, sum hevur verið í hesum landi seinastu nógvu árini, "og sum tú ella tín flokkur millum annað hevur verið partur av".
Tað, tú skalt gera, er at taka støðu til hvørjum beini tú skalt standa á, landsbeininum og tæna øllum landsins borgarum, ella kommunubeininum og tæna borgarunum í Klaksvík. Tú kannst ikki vera í báðum støðum ísenn, sum tað sær út. Vel annað, so vit vita hvar tú ert "heilhjartaður", tí tað er ikki gott at brúka løgtingssessin til fyrimun fyri ein einstakan bý, og eingin so fær ágóðan ("tí man roynir at sindra nakað (Landssjúkrahúsið), fyri sjálvur at fáa nakað og allíkavæl vera verri stillaður"). "Tú hevur millum annað borið fram, at trupulleikin er munandi størri aðrastaðni" (eg veit ikki um tú sipar til Klaksvíkina). Um so er má eg spyrja, hvussu kann trupulleikin á hesum øki, vera størri millum annað í Klaksvík, tá tit hava 150 børn á bíðilista og Havnar Kommuna hevur uml. 400 børn á bíðilista, livst so spyrts.
Nøkur punktir vit mega gera okkum púra greið
1.Sannlíkt er, at vit føroyingar hava fleiri trupulleikar, og ein av teimum er BARNAANSINGIN á Landssjúkrahúsinum. Hendan trupulleika mega vit loysa (sum eg áður havi víst á í bløðunum um barnagarðin á Landssjúkrahúsinum), tá vit (føroyska tjóðin) nú hava skapt trupulleikan ("við millum annað yvir longri tíð at miðsavna so nógv, og hetta er eisini gjørt politiskt Jógvan"). Tá vit so hava loyst henda trupulleikan, lat okkum so ansa eftir, at vit ikki enda í tílíkari støðu aftur, men hugsa um at hyggja eftir samfelagnum sum heild ("á landsplani").
Hesin trupulleiki um miðsavnan hevði nokk ikki verðir so stórur, um miðspjaðingin sum MIÐFLOKKURIN tosar um í stevnuskrá síni, hevði verði framdur í verki.
Men Jógvan, lat verða við bara at harta Havnar Kommunu fyri, at allir hesir almennu stovnar og fyrisitingar eru lagdir í Havn. Spyr fyrst hvør hevur verið við til at avgjørt hetta. Tað er neyvan Havnar Kommuna, sum hevur avgjørt at almennar fyrisitingar og stovnar skulu liggja í Havn.
2.Lat okkum eisini ansa eftir, at vit hava eitt Landssjúkrahús við væl útbúnum og kvalifiseraðum læknum og sjúkrasystrum, og at tað er attraktivt hjá teimum at koma hendavegin at arbeiða á okkara sjúkrahúsum. Hetta vil eisini vera gott fyri hini bæði sjúkrahúsini í Føroyum.
3.Lat okkum eisini ansa eftir, at tey sjúku, veiku og í heilatikið teimum sum hava tørv á heilsuverkinum sum heild í hesum landinum ikki líða undir einum "politiskum maktkampi um lokalt og ærukent stríð".
Eg vil enda við at siga, STUÐLI MIÐFLOKKINUM til komandi løgtingsval, vit hava í stevnuskrá okkara, og sum eg havi nevnt fyrr í fjølmiðlunum, at øllum borgarum landsins eigur tilboð um góða heilsu- og sjúkrarøkt at standa í boði.
MIÐFLOKKURIN vil vera við til at loysa hesa støðu, og virka fyri, at heilsuverkið og verandi sjúkrahús skulu fáast at virka sum ein eind og útbyggjast samsvarandi hesum, og hetta er júst tað vit eisini siga í stevnuskrá okkara.
MIÐFLOKKURIN, TÍN RØDD Á LØGTINGIÐ. Vel tí rætt.