Leygarkvøldið fer Miðlahúsið at kjósa bestu fótbóltsspælararnar í kappingarárinum 2010. Hetta verður gjørt í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn frá kl. 20.00.
Tað eru venjarar, liðformenn og ítróttarjournalistar, sum hava atkvøtt fyri ársins fótbóltsspælarum 2010.
Heiðurslønir verða lætnar til ársins spælarar, ungu spælarar, málmenn, venjarar, dómara og toppskjúttar. Eisini verður serligur Fair Play heiðursløn latin.
Tey, sum hava fingið flest atkvøður í kappingini um at gerast ársins spælarar, eru hesi (í tilvildarligari røð):
Ársins spælari ? menn
Fróði Benjaminsen, HB
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Øssur Dalbúð, ÍF
Ársins spælari ? kvinnur
Olga Kristina Hansen, AB
Rannvá Andreasen, KÍ
Lisa í Liða, AB