Miðfyrisitingin tolir ikki niðurskurðin

Búskapar- og Løgfrøðingafelagið ávarar Løgtingið ímóti at skerja játtanina til miðfyrisitingina Fíggjalóhgaruppskotið, sum Løgtingið samtykti í gjár við 2. viðgerð, skerjir játtanina til aðalráðini, og tað heldur Búskspar- og Løgfrøðingafelagið vera skeivt. Í brævi til Løgtingið skrivar felagið:

Løgtingsins fíggjarnevnd hevur í viðgerð síni av uppskoti landsstýrisins til fíggjarlóg fyri 2009 mælt til at skerja almenna raksturin í komandi ári.

Henda avgerð fer at raka miðfyrisitingina, sum ikki tolir størri niðurskurð, um so er, at miðfyrisitingin skal røkja uppgávur og skyldur sínar á nøktandi hátt. Í hesum sambandi kann serliga verða víst á, at miðfyrisitingin skal tryggja rættindini hjá borgarunum, eins og miðfyrisitingin skal tryggja lógargóðsku og eftirlit og útinnan av lógum og reglum landsins.

Í 2004 varð í miðfyrisitingini framdur ein ógvusligur niðurskurður, tá 10% av rakstrinum skuldu sparast. Avleiðingarnar av teirri sparingini eru sjónligar enn, og ásannast má, at miðfyristingin ikki er á tí støði, sum hon átti at verið.

Ein kann tí spyrja, hvussu Løgtingið framhaldandi kann tryggja og menna rættartrygd, lógargóðsku og eftirlit og útinnan av lógum og reglum landsins, tá ið arbeiðsuppgávurnar í miðfyrisitingini støðugt økjast, uttan at neyðug játtan fylgir við, skrivar BLF í brævinum til Løgtingið.