Rættiliga drúgv tíð varð nýtt á landsfundi Miðfloksins at viðgera ætlaðu broytingarnar í stevnuskrá floksins Næstsíðsta punkt á skránni hjá landsfundi Miðfloksins var smávegis broytingar í stevnuskrá floksins.
Talan er ikki um tað stóra. Tað eru mest dagføringar. Talan er um eina kombineraða arbeiðs- og stevnusrkrá, og tí eru nøkur ting tíðarleys, onnur ikki. Og tað eru hesi seinni, sum nú verða dagførd, sigur Bill Justinussen.
Tað er kanska serliga skattapolitikkurin, sum er justeraður, og sett er í stevnuskránna, at setast skal á stovn ein búskapargrunnur.
Tað er nokk tað mest markanta broytingin í stevnuskránni, sigur Bill Justinussen.
Broytingarnar vórðu einmælt samtyktar.