Mang umbroytist á mansins ævi. Meðan Miðflokkurin hevur havt sum stavnhald at vísa øðrum, hvussu nógv betur samband fólkini í flokkinum hava við Várharra enn hinir syndararnir her á fold, og meðan gamla Sjálvstýri altíð hevur verið ímyndin av fínkulturinum í Føroyum, so hava nøkur oddafólk í hesum flokkum fullkomiliga lagt á annan bógv.
Ein nýggjur spíri hjá Miðflokkinum er Arnfinn á Birtuni. Hann slapp at sita til háborðs saman við sjeriffinum og læknanum og sangaranum til síðsta løgtingsval, og hann varð borin fram sum eitt av høvuðsvalevnunum til býráðsvalið í november.
Hesin miðfloksspíri gongur nú á odda í stríðinum til tess at fáa frítt hassj í Føroyum.
– Eg royki ikki hassj longur – sum so, segði hann við útvarpið.
Miðfloksspírin heldur, at vit ikki skulu stigmatisera fólk, sum bara hava tað til felags, at teimum dámar væl at roykja hassj.
Ein oddamaður í gamla Sjálvstýrinum, Carl August Arge, sum eisini er rúsevnaráðgevi, mælir beinleiðis til, at vit gera hassj frítt í Føroyum.
– Jamen kæru menn. Tað er so líkatil:
– Miðflokkurin eigur heils-umálaráðharran, og gamla sjálvstýrið eigur løgmálaráðharran.
Nú vita vit ikki ordiliga, hvussu »frítt hassj til fólkið-politikkurin« sampakkar við linjuna hjá Jørgen Niclasen, sum Miðflokkurin sjálvboðin hevur lagt seg undir.
Men okkurt bendir á, at nýggi spírin hjá Miðflokkinum hevur misskilt okkurt grundleggjandi, um hann veruliga heldur, at fólk ikki skulu stigmatiserast – og at hann kann arbeiða fyri tí í Miðflokkinum.
Men viðhvørt blæsa nýggir vindar úr óvæntaðum ættum...