Miðalferðin hevur stóran týdning fyri ferðslutrygd

Í mong ár eru nógvar royndir gjørdar bæði at hækka og lækka hámarksferðirnar, og hvørja ferð sýna úrslitini, at lækkar tú hámarksferðirnar, so lækkar eisini miðalferðin á vegnum, vanlukkurnar verða færri, og talið á teimum, ið doyggja og verða álvarsliga skadd, minkar eisini. Men hækka vit hámarksferðirnar, verður úrslitið tað øvugta. Miðalferðin á vegunum økist, vanlukkutalið økist, og fleiri fólk doyggja og verða ávarsliga skadd.

Tølini á hesi myndini eru gjørd eftir svenskum kanningum. Tað eru óhugnalig tøl teir eu komnir fram til. Um ferðin bleiv minkað við 10 km/t kundu 140 mannalív verði spard og umleið 1500 færri høvdu fingið álvarsligan skaða.
Kelda: Petur J. Sigvardsen RFF