Miðaldar búseting kostar ov nógv (1. partur av tveimum)

Føroyingar búleikast soleiðis, sum skilagott var í miðøld, har jørð og atkoma til havið hevði alt at týða. Hetta hevur havt við sær, at vit spjaddust, og framvegis búgva spjødd, um allar Føroyar. Hetta var rætt tá í tíðini.

Men í dag er øðrvísi. Vit eru ikki nøgd við at búgva avbyrgd á útoyggjum. Vit vilja hava gott ferðasamband, helst koyrisamband, til miðstaðarøkini. Og skilligt tað. Men hetta ynski um gott samferðslukerv er ikki ein rættur, men eitt ynski. Hesi ynski mugu vera skilagóð, og hava eitt ávíst “kostnaður og gagn” fyrilit, eins og eina meting um framtíðarútlit. Í 1985 búðu 66 fólk í Svínoy, í dag búgva bert 40 fólk har (Kelda: Hagstova Føroya). Hetta er ein minking upp á 40% av íbúgvunum – havi annars hoyrt, at minni enn 20 fólk búgva har alt árið. Hvør er framtíðin hjá hesi bygd?

3,5 mió. kr. pr. svíning
Nú vilja svíningar hava eina nýggja ferjulegu, tunnil o.s.fr. Kostnaðarmetingin er 140 mió. kr. Tað er 3,5 mió. kr. fyri hvønn svíning. Um landið skuldi fíggjað eina verkætlan í Havn við somu nøgd pr íbúgva sum í Svínoy, altso 3,5 mió. kr. pr íbúgva, so skuldi verkætlanin í Havn kostað 70 milliardir kr. Hetta sigur ikki so lítið um, hvørt tað er í lagi at nýta so nógvan pening upp á eina oyggj, har 40 fólk búgva, sum kann væntast at verða avtoftað um 30-50 ár. Halda fólk veruliga, at tað er í lagi at nýta so nógvar pengar til so fá, meðan sparingar gera fólk arbeiðsleys og sjúklingar liggja úti á gongunum í Landssjúkrahúsinum. Henda ferjulega verður bert svíningum at gagni. Ein “cost-benefit” greining hevði jarðað hesa verkætlan.

Tað steðgar ikki her
Trupuleikin við verkætlanini í Svínoy er eisini tann, at so eru ørskaparíløgurnar byrjaðar. So skulu vit hava nýggja ferjulegu á hvørjum hugsandi útoyggja tanga, eins og tunlar og undirsjóvartunlar. Henda óumhugsaða útbygging av samferðslukervinum í Føroyum má halda uppat. Tá pengar mangla í landskassanum og sostatt á fíggjarlógini, byrja rópini um ov lítlan blokkstuðul. Tað er ikki har tað er galið. Tað er tað, sum er nevnt omanfyri. Næstan øll Strandferðsluskipini sigla við undirskoti. Miðaldarbúsetingarnar eru ov dýrar, tá atkoma og fráferð skal vera reglulig hvønn dag. Tað ber til at flyta, um búsetingin ikki lúkar ynski ella tørv; og tað vil eg, sum skattgjaldari, mæla hesum ónøgdu útoyggjabúgvum til. Tað gera fólk aðrastaðni í heiminum. Eingin hevur sagt, at fólk á útoyggjunum ikki mugu flyta til tann stað, sum lúkar teirra ynski og tørv.