Mexico og Brasilia í finaluni

Tað verða tey bæði suður- og miðamerikansku londini, Brasilia og Mexico, sum hittast í finaluni í fótbólti við OL í London.

 

Mexico var væl betra liðið móti Japan í hálvfinaluni, og hóast Japan kkom á odda í dystinum, var ongantíð nakar veruligur spurningur um, hvar sigurin endaði.

 

Dysturin var ikki meiri enn 12 minuttir gamal, tá Yuki Otsu legði Japan á odda, men Marco Fabian javnaði fyri Mexico. Og tá Oribe Peraita so legðí miðamerikanararnar á odda eftir einum tíma, var ikki meiri at gera hjá Japan.

 

Javier Cortes sló kontra í endaminuttunum og skoraði til endaliga úrslitið 3-1.

 

Seinna hálvfinalan stó á Old Trafford millum Suðurkorea og Brasil. Suðuramerikanska stórveldi innan fótbólt hevur ongantíð megnað at vinna gull á OL, men hesaferð sær gott út.

 

Tað sá annars ikki alt ov gott út at byrja við, tí tað var Suðurkorea, ið byrjaði best. Tað var kortini Brasilia, ið kom á odda, tá Oscar spældi Romulo leysan í høgru, og hansara skot endaði í málinum. Suðurkoreanski málverjin sá ikki alt ov gott út í støðuni.

 

Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik streyk Neymar ígjøgnum í vinstru síðu og legði bóltin fyri føturnar á Leandro Damiao sum lættliga skoraði, og í 65. minutti endaði ein ætlað fríspæling til Neymar í staðin hjá Damiao, sum skoraði sítt sætta mál í kappingini, og harvið er toppskjútti.

 

Finalan verður leikt leygardagin á Wembley.