Mette tosar aftur um trý lond, tríggjar mentanir og trý mál í ríkinum

Í næstu viku er ríkisfundur, har stjórnarleiðarar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi hittast í Aalborg

Í næstu viku fer Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar á fund við starvsfelagar sínar úr Føroyum og Grønlandi í Aalborg. (Savnsmynd) - Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix

- Danmark, Føroyar og Grønland eru trý lond, tríggjar mentanir og trý mál. Samstundis eru vit eisini ein ríkisfelagsskapur, har vit standa saman og hava sínámillum virðing fyri hvørjum øðrum, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark í tíðindaskrivi undan ríkisfundinum í næstu viku.

 

Tað var í setanarrøðu síni í Fólkatinginum í oktober, at hon nevndi viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum á henda hátt.

– Okkara tøttu sambond eru avgerandi -- ikki minst í eini krígstíð í Evropa og øktari trygdarhóttan frá Russlandi.

– Eg gleði meg at hitta mínar nærmastu starvsfelagar úr Føroyum og Grønlandi í Aalborg og virðismeti okkara álítandi samstarv, sigur hon.

Mánadagin fer Mette Frederiksen, saman við Føroya Løgmanni, Akseli V. Johannesen, og landsstýrisformanninum í Grønlandi, Múte Bourup Egede, at greiða frá um politisku og búskaparligu støðuna í Ríkisfelagsskapinum.

Týsdagin er fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisku kontaktnevndini.

Her skulu evni innan uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk viðgerast.

Úr Danmark luttaka hesi:

•    Mette Frederiksen, forsætisráðharri

•    Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri

•    Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

•    Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Hesi umboða Føroyar:

•    Aksel V. Johannesen, løgmaður

•    Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

•    Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

•    Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum

Hesi umboða Grønland: 

•    Múte B. Egede, landsstýrisformaður

•    Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum

•    Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum

•    Erik Jensen, landstýrismaður í fíggjarmálum

 

/ritzau/

 

Í næstu viku fer Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar á fund við starvsfelagar sínar úr Føroyum og Grønlandi í Aalborg. (Savnsmynd) - Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix