Fyrstu fetini í stigvísu uppafturlatingini av landinum verða víðkað vegna góða gongd.
Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á tíðindafundi í forsætismálaráðnum seinnapartin.
– Tað er metingin frá heilsumyndugleikunum, at vit kunnu lata eitt sindur meira upp. Vit gera fyrstu fasuna eitt sindur størri. Tað skal framvegis gerast undir ábyrgd og varliga, sigur forsætisráðfrúan.
Tølini fyri innleggingar av koronasmittaðum eru fallandi, sum hevur verið gongdin í tvær vikur. Sambært forsætisráðfrúnni stendur Danmark »et fornuftigt sted«.
Á tíðindafundi fyri eini viku síðani boðaði Mette Frederiksen frá, at stigvísa upplatingin mikudagin í fyrstu syftu fór at fevna um vøggustovur, barnagarðar og skúlar upp til fimta flokk.
Hon legði á tíðindafundinum í dag dent á, at tað í uppafturlatingini kann verða neyðugt at fara eitt sindur aftur, um tølini fara at ganga skeiva vegin.
– Vit skulu lata uppaftur klókt og varliga. Vit fara ikki at gera ov skjótt av, so um eitt afturstig kemur, so verður tað ikki so ógvusligt, segði Mette Frederiksen.
Stjórnin fer at samráðast um eina víðkaða upplating við hinar flokkarnar í Fólkatinginum.
Á tíðindafundinum upplýsti forsætisráðfrúan ikki ítøkiliga, hvussu fyrsta stig av uppafturlatingini fer at verða víðkað.
Tað skal hon tosa við hinar flokkarnar um klokkan 17 í dag.
– Tá frætta vit, hvat flokkarnir hava av ynskjum. So fara vit at biða myndugleikarnar rokna uppá, hvør smittueffektin er av teimum ymisku ynskjunum.
– Síðani gera vit eina politiska ískoytisavtalu. Tí fáa vit ikki verið meira nágreinilig nú, segði Mette Frederiksen.
Fakligi stjórin í Statens Serum Institut Kåre Mølbak upplýsir, at tað út frá tølunum er møguleiki fyri eini eitt sindur størri uppafturlating, har Danmark »stadig kan være på den nedadgående kurve«.
– Alt stendur og fellur við, at vit framvegis halda frástøðu. Annars er vandi fyri eini aðrari bylgju, sum vit síggja í øðrum londum, sigur Kåre Mølbak.
Hann upplýsit ieisini, at smittukurvan vend kom í smittukurvuna umleið 2. apríl.
/ritzau/