Mette Frederiksen stuðlar handtøkuboð fyri Netanyahu

Danmark stuðlar altjóða revsirættinum, sum vil handtaka ísraelska forsætisráðharran.

iselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark stuðlar altjóða revsirættinum, ICC, sum hevur kunngjørt handtøkuboð til forsætisráðharran í Ísrael, Benjamin Netanyahu.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmark, í spurnaløtuni Fólkatinginum í morgun.

Her verður hon spurd um hetta av Pelle Dragsted úr Eindarlistanum

- Eg kann staðfesta okkara stuðul til altjóða forum, eisini ICC. Danmark hevur verið ein sterkur stuðul fyri at kunna ákæra í altjóða samfelagnum, og tað gera vit sjálvandi framvegis, sigur hon.

- Í mun til ávísar støður verður tað upp til myndugleikarnar at gera eina meting í ávísu støðuni. Tað er svarið, eg fari at geva um øll. Tað er líkamikið hvør tað er í mun til lógina, skuldi okkurt tikið seg upp á danskari jørð.

ICC hevur givið handtøkuboð til bæði Netanyahu og fyrrverandi ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Gallant.

Bakgrundin fyri handtøkuboðnum frá ICC er stríðið hjá Ísrael í Gaza og ein illgruni um, at Ísrael hevur framt krígsbrotsverk í palestinska økinum.

ICC heldur, at Netanyahu og Gallant tilvitað hava forðað sivilfólki í Gaza at fáa atgongd til mat, vatn, heilivág og aðrar neyðsynjarvørur.

- Tað er ikki soleiðis, at stjórnin tekur undir við handtøkum. Vit fylgja altjóða reglum og lógum. Tað verður upp til donsku rættarmyndugleikarnar, um teir taka støðu til ávísu støðuna.

- Eg fari ikki inn í ávíst mál um ymisk úrslit ella ávísar støður. Vit hava altíð stuðlað ICC, tað gera vit framvegis, og vit fylgja teimum skyldum, sum liggja á okkum, sigur Mette Frederiksen.

Forsætisráðfrúan tekur við sínum útsøgnum undir við tí, sum uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen (M), fyri stuttum segði um handtøkuboðini.

 

/Ritzau/

 

 

iselotte Sabroe/Ritzau Scanpix