Mette Frederiksen er í Ukraina í dag

Danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen fer at tosa um enn meira stuðul til Ukraina á loyniligari vitjan

 

Danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen vitjar í dag høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, og Volodymyr Zelenskyj, forseta. Tað skrivar forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

Ukraina var síðst í februar álopið av Russlandi, sum gjørdi innrás í landið. Tað hevur ført til harðar samanbrestir bæði kring høvuðsstaðin Kyiv og í landsynningspartinum av landinum. Tað eru framvegis harðir bardagar júst í landsynningspartinum av landinum.

– Eg eri hugtikin av Zelenskyj forseta og ukrainska fólkinum fyri dirvi teirra, og hvussu tey halda fram við´at verja landið í óprovokeraða og ólógliga krígnum hjá Putin forseta og Russlandi.

– Eg gleði meg til fundin við Zelenskyj, har boðskapurin hjá mær verður, at Danmark heldur fram við at hjálpa Ukraina. Vesturheimurin stendur saman um at stuðla ukrainska fólkinum, skrivar Mette Frederiksen í boðunum.

/ritzau/