Metstór undirtøka til fólkaheilsurenningina

Hóast veðurgudarnir ikki vístu seg frá síni bestu síðu, so var undirtøkan til fólkaheilsurenningina leygardagin tann størsta, ið nakrantíð hevur verið til eina skipaða rennikapping í Føroyum.

Ikki færri enn 565 fólk gjøgnumførdu stóru fólkaheilsurenningina, sum Almanna- og Heilsumálastýrið skipaði fyri saman við felagnum fyri frælsan ítrótt í Havn, Bragdinum, í Havn leygardagin.

Fleiri settust aftur
Hóast 565 fólk er met fyri slíka rennikapping í Føroyum, so kundi talið verið væl hægri, tí samanlagt høvdu ikki færri enn 809 fólk boðað frá luttøku. Fleiri teirra setust óivað aftur, tí veðrið var ófantaligt í høvuðsstaðnum leygardagin við nógvum vindi og nógvum avfalli. Tó skal sigast, at júst tá ið farið varð undir renningina, var ein lítil skái, sum kom væl við hjá teimum mongu luttakarunum.
Einaferð áður hava enn fleiri fólk tikið lut í einum rennitiltaki í Føroyum. Tað var, tá ið undirsjóartunnilin lat upp í 2002, men tað tiltakið var ikki skipað sum ein kapping.

Landsstýrismaðurin fegin um undirtøkuna
Tað var landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ið hevði tikið stig til tiltakið, og hann var sjálvsagt ovurfegin um stóru undirtøkuna. ? Eg haldi tað verða heilt fantastiskt, at so nógv fólk vóru við. Eg má siga, at eg var púra paff, tá ið eg sá stóru mannamúgvuna, sigur Hans Pauli Strøm, ið sjálvur var millum teir 565 luttakararnar. ? Tað var eitt ómetaliga væleydnað tiltak, og tað var stuttligt at síggja, hvussu væl alt gekk, hóast luttakaratalið var so høgt, sigur landsstýrismaðurin.
Í sambandi við tiltakið var eisini skipað fyri ymiskum inni í badmintonhøllini, har til bar eitt nú at fáa mált blóðtrýstið og fáa kunning um ymisk heilsuviðurskiftir. Ein stór hoppiborg var sett upp inni í høllini, har børnini kundu halda sær at gaman, meðan tey vaksnu gingu runt og hugdi nærri at tí ymiska, ið var sýnt fram, ella bara fingu sær eitt prát.
? Tað var ótrúliga hugnaligt at ganga runt inni í høllini og práta við fólk, tí øll vóru í so góðum lag, og eg haldi, at tað riggaði stak væl, at rennitiltakið var skipað bæði sum ein kapping og sum eitt rennitiltak fyri øll. Hetta gjørdi tað møguligt at taka lut við eitt nú barnavogni, og tað tóktist, sum um hetta var nakað, ið fólk hava saknað, sigur Hans Pauli Strøm.
Sum nakað heilt óvanligt í sambandi við rennitiltøk í Føroyum, vóru kvinnurnar hesaferð í meiriluta millum luttakararnar. Vanliga plaga menninir hava heilt greiðan meiriluta, men so var ikki hesaferð, og tað er óivað tí, at tiltakið ikki var skipað sum kapping burturav, sigur landsstýrismaðurin. Eisini var talið av børnum, ið vóru við, óvanliga stórt. ? Ikki færri enn 280 børn vóru við í fólkaheilsurenningini, og tað er ómetaliga stuttligt, heldur Hans Pauli Strøm.

Kring alt landið
Hans Pauli Strøm dylur ikki fyri, at Almanna- og Heilsumálastýrið ætlar at gera fólkaheilsurenningina til eitt afturvendandi tiltak. ? Tá ið undirtøkan var so mikið góð í so vánaligum líkindum, prógvar hetta, at tað er eitt kærkomið tiltak. Ætlanin hjá okkum er so eisini at skipa fyri líknandi tiltøkum kring alt landið, so at tað ikki einans eru fólk í miðstaðarøkinum, ið hava møguleika fyri at verða við, sigur Hans Pauli Strøm.
Nær hesi tiltøk verða á skránni kring landið, veit landsstýrismaðurin ikki enn, men ætlanin er, at tað skal verða í komandi ári, og tiltøkini skulu fyriskipast í samráði við tey lokalu feløgini fyri frælsan ítrótt, sigur hann.