Filmsupptøkurnar av sættu sesong av vælumtóktu sendirøðini House of Cards er settar á pausu, eftir at ákærur eru komnar fram um Kevin Spacey. Tað skrivaði vg.no í gjárkvøldið.
Sjónleikarar og arbeiðsfólk annars eru biðin um at steðga upptøkunum. Annars gav Netflix fyrradagin boð um, at sætta sesongin verður tann seinasta í røðini. Netflix vildi tó ikki viðganga, at hetta hevði nakað við #metoo ákærurnar at gera. Tær ákærurnar kom frá amerikanska sjónleikaranum Anthony Rapp, sum á netinum segði, at Kevin Spacey hevði óhóskandi atburð mótvegis honum, tá ið hann var bert 14 ára gamal. Til hetta svaraði Kevin Spacey, at hann ikki minnist hendingina, og somuleiðis nýtti hann høvið at siga fyri fyrstu ferð, at hann er samkyndur.
Hóast Netflix fyrradagin vildi verða við, at avgerðin um at gera sættu sesong til tað seinastu í røðini, ikki hevði nakað við ákærurnar móti Spacey at gera, so eru boðini eini onnur nú.
- MRC (framleiðslufelagið, red), og Netflix eru samd um at fyribils steðga framleiðsluni av House of Cards. Hetta er fyri at geva okkum høvið at viðgera støðuna, og at fyrihalda okkum til ivamál og óttar frá sjónleikarum og arbeiðsfólki annars, skriva feløgini sambært vg.no.
Upptøkurnar av sættu sesong av House of Cards gingu annars fyri seg í Baltimore í Maryland seinastu tíðina. Leiðslan í báðum fyritøkum er farin á staðið at tryggja sær, at sjónleikarar og arbeiðsfólk annars kenna seg trygg.