Ongantíð áður hevur landskassin fingið so nógv inn í landsskatti sum í ár. Metið frá 2007 verður sligið við fimm milliónum krónum. Fyrra hálvár í ár vóru goldnar 4 milliardir og 24 milliónir krónur í lønum og øðrum skattskyldugum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Tað eru góðar 150 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør. Hetta gevur landskassanum góðar 33 milliónir ella 4,8 prosent meira í skattainntøkum samanborið við somu tíð í fjør. Tað upplýsir Fíggjarmálaráðið í dag.
Higartil í ár eru komnar góðar 729 milliónir krónur inn í landsskatti. Hyggja vit eftir yvirlitinum fyri tey farnu tíggju árini, síggja vit at hetta er tað mesta nakrantíð og slær metið frá 2007 við fimm milliónum krónum.
680 milliónir krónur eru eisini komnar inn í kommunuskatti. Kommunurnar hava fingið umleið 37 milliónir ella 5,7 prosent meira í kommunukassarnar fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Avgjaldsinntøkurnar hjá Landinum hava eisini verið eitt vet hægri fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár 2009.
Meirvirðisgjaldsinntøkur landskassans vóru gott eitt prosent hægri fyrra hálvár í ár, samanborið við í fjør. Hetta svarar til góðar 6 milliónir krónur.
Tó eru inntøkurnar hjá landskassanum av meirvirðisgjøldum, serliga av innflutnings mvg-i, heilar 188 milliónir krónur minni enn fyrra hálvár í 2008, sum var beint áðrenn krepputekinini komu undan kavi.
Inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjøldum er 485 milliónir krónur fyrra hálvár í ár.