Metár fyri norska fiskivinnu

Ongantíð hevur inntøkan verði so góð hjá norður-norsku fiskivinnuni sum hon var í 1998. 1997 var eitt avbera gott ár, men nú vísa tølini fyri 1998 at tær flestu fyritøkurnar hava havt enn betri úrtøku í 1998

Jógvan Hugo

Gardar, Oslo


Í eini kanning av 14 teimum størstu fiskivinnufyritøkunum, sum blaðið Dagens Næringsliv hevur gjørt vísir, at hesar fyritøkurnar hava trífaldað yvirskotið til 121 milliónir norskar krónur. Men vinnan roknar ikki við framgongd í 1999. Fyritøkurnar keyptu og seldu fyri 3872 milliónir í 1998, mótvegis 3216 milliónum í 1997. Orsøkin til vøksturin liggur bert í prísvøkstrinum, tí bæði kvotur og avreiðingarnar vóru munandi hægri í 1997.


Minnir um Føroyar

Tað vísir seg, at 1998 var eitt ár tá europeiski marknaður keypti alt sum var at fáa av fiski frá norðmonnum.

Støðan minnir nógv um tað, sum hendi í Føroyum. Samstundis sum norska vinnulívið gramdi seg um, at norska krónan var so veik í 1998, so passaði hetta sum fótur í hosu fyri fiskivinnuna. Veik króna merkti, at norskur fiskur gjørdist bíligari fyri keypararnar í Europa. Harafturat vísti 1998 seg sum eitt sjáldsama gott fiskiár, har vinnan ikki hevði trupulleikar við at fáa hendur á fiski.

Terje Martinussen, stjóri í Fiskerinæringens Landsforening sigur, at longu nú kann hann við vissu siga, at 1999 ikki kemur uppá síðuna av 1998. Hann sigur, at har vinnan í 1998 hevði undanvind, hevur tað verið meir mótburður í ár.


ES-krøv kosta

Hóast fleiri fyritøkur hava havt góð úrslit í fleiri ár, so eru tær flestu ikki nóg væl fyri til at tola eitt vánaligt ár uttan víðari. Støðan hjá fleiri er, at longu nú eru yvirskotini frá teimum tveimum trimum seinastu árunum uppbrúkt. Orsøkin til at nógvir pengar eru brúktir hesar seinastu mánaðirnar er, at norska fiskivinnan ikki fyrr enn nú er í gongd við at leggja til rættis virkini so, at tey kunnu fáa neyðugu ES-góðkenningina. Hetta er sama umlegging sum føroyingar fyri fleiri árum síðani fóru í gongd við av sínum eintingum. Norðmenn noyðast, orsaka av EBS-avtaluni, at fylgja øllum krøvum, sum ES setir á hesum økinum. Men mótstøðan innan vinnuna og partvíst innan umsitingina hevur gjørt, at hetta ikki er komið í gongd fyrrenn nú.

Norska fiskivinnan hevur brúkt millum eina og tvær milliardir krónur fyri at fáa uppá pláss ES-krøvini.