Mest av blálongu og svartkalva

Aftur í dag var mest av blálongu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum. Hon var frá einum línuskipi, sum hevði roynt eftir blálongu og svartkalva norður úr Fugloynni.

Knappliga 25 tons vóru av blálongu, og hon fór fyri 8,56 krónur í meðal fyri kilo. Av svartkalva vóru 17 tons, og hann fór fyri 27,31 krónur í meðal.

Annars vóru sjey tons av toski og seks tons av upsa á uppboðnum í dag. Toskur II fór fyri 17,23 krónur, toskur III fyri 16,72 krónur og toskur IV fyri 15.07 krónur fyri kilo. Tað mesta av upsanum fór fyri 9,47 krónur í meðal.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 65 tons fyri 955.000 krónur í dag.