MEST ætlar at innloka dokkina á Skála

Tí skal Runavíkar býráð taka støðu til broyting í býarplani og byggisamtykt

Skipasmiðjan MEST søkir um loyvi at inniloka dokkina á Skála. Vinnu- og havnarnevndin og byggi og býarskipanarnevndin mæla býráðnum til, at tað verður arbeitt víðari við málinum, og tað ber eitt nú við sær at broytingar skulu gerast í byggisamtyktini.

Vinnu- og havnarnevndin og byggi- og býarskipanarnevndin møla býráðnum til at taka undir við, at býarplanurin og byggisamtyktin á Skála verða broytt soleiðis, at serligt loyvi verður avsett í býarplaninum, sum loyvir hægri bygningum á økinum við dokkina, enn verandi byggisamtykt loyvir.

Býráðið skal taka støðu til tilmælini á fundi klokkan 17 ídag.