»Merkið skal virðast á tann hátt, at tað skal hava eitt hóskandi pláss í tingsalinum.«
Sjálvstýrisflokkurin vil við uppskotinum vísa Merkinum og tjóðini, ið tað umboðar, størri virðing og meiri ásýniligt pláss í tingstarvinum.
Grannatjóðir okkara í Útnorði, Ísland og Grønland hava tjóðarfløggini hangandi fremst í tingsalinum. Ongin ivi er um, at grønlendingar og íslendingar eru ernir av samleika sínum og tað er sjálvsagt, at teir eins og flestu aðrar tjóðir velja at hava flaggið standandi frammalaga og ásýniligt í tjóðarhallum sínum.
Føroyar hava sanniliga havt sítt stríð til tess at vinna Merkinum viðurkenning, men líka so vist er, at tjóðin í dag stendur sameind um at virða og vísa samleika sín við Merkinum.
Undir Merkinum savnast tjóðin og flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjónarliga ósamdir ber tað til at standa saman og lyfta í felag umframt at finna loysnir, tá á stendur.
Sjálvstýrisflokkurin
Kári P. Højgaard & Kári á Rógvi
løgtingsmenn










