Fríggjadagin 12. juni læt upp framsýning í Norðurlandahúsinum, The Weather Diaries. Sif Gunnarsdóttir, stjóri segði nøkur orð, Heðin Mortensen, borgarstjórin eisini og eitt rættiliga áhugavert kvinnukór, Kata, tulkaði kvæði og skjaldur ógvuliga hugtakandi.
Eisini greiddu myndakvinnurnar Sarah Cooper frá USA og Nina Gorfer frá Eysturríki, sum eru kuratorar, frá The Weather Diaries – Veðurdagbøkurnar. Til endans læt Barbara Í Gongini, sum hevur vunnið seg rættiliga væl fram á altjóða sniðgevingarpallinum, framsýningina upp við nøkrum fáum orðum, har hon mælti til at taka ímóti framsýningini við opnum sinni, tó at hon kanska kundi tykjast nakað annarleiðis.
Við framsýningini vísa kuratorarnir Cooper & Gorfer á tann týdning, sum móti og nútímans sniðgeving hava fyri mentanarsamleikan. Føroysku luttakararnir eru Guðrun & Guðrun, Barbara í Gongini og Rammatik.
Úr Íslandi eru Mundi, STEiNUNN, JÖR by Guðmundur Jörundsson, Kría, Hrafnhildur Arnardóttir a.k.a. Shoplifter, meðan grønlendsku luttakararnir eru Bibi Chemnitz, Najannguaq Lennert, Nikolaj Kristensen og Jessie Kleemann.
Stigtakari til Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum er verkætlanin The Nordic Fashion Biennale, sum er samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar. Framsýningin varð fyrstu ferð at síggja í Frankurt í mars 2014 og er nú í Norðurlandahúsinum.
Listarliga eyðkennið eru sterkar frásøgumyndir við greiðum tilvísingum til mentanararv, søgu og klæðnabúnar. Tær báðar, sum bera listanavnið Cooper & Gorfer og búgva í Gøteborg, eru kendar fyri sínar sterku frásøgumyndir við greiðum tilvísingum til mentanararv, søgu og klædnabúna.
Í september í 2014 kom kendi sniðgevin úr Íslandi, Steinunn Sigurðardóttir, sum er við á framsýningini, Veðurdagbøkurnar, til Klaksvíkar og vildi sleppa at síggja minnissteinum fyri abba sínum, sum fórst við Fossanesi.
Sí greinina her:
http://nordlysid.fo/aftur+a+slodina.html