Størstu føroysku mentanarvirðislønirnar vórðu í gjár latnar Ebbu Hentze, rithøvunda og týðara, og Martini Tórgarð, kvøðara og kvæðakempu, sum fingu ávikavist Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins 2008.
Tað var landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, sum landsins vegna handaði teimum báðum heiðurslønirnar.
Í røðu síni frøddist landsstýriskvinnan yvir at heiðra tveir av okkara slóðbrótarum, tá ið tað snýr seg um føroyska mentanarpallin. Tveir slóðbrótarar, sum alt teirra lív, uttan hóvasták, hava raðfest tað at arbeiða við og at skapa mentan – uttan tó, at teimum varð tryggjað nøkur løn aftur fyri, og ikki um at tala eftirløn, minti landsstýriskvinnan á.
Bókmentaligur slóðbrótari
Í grundgevingini fyri at lata Ebbu Hentze Mentanarvirðisløn Landsins varð millum annað víst á hennara ótroyttiliga arbeiði fyri at hjúkla um føroyskar bókmentir og fyri at fáa føroyskar fagurbókmentir inn á bókmentapallarnar í øðrum londum.
Víðari varð sagt, at Ebba Hentze hevur ríkað føroyskar bókmentir gjøgnum eitt virkið lív sum rithøvundur og týðari. Hon hevur skrivað barnabøkur á altjóða støði, sum eru varðar í føroyskum bókmentum. Sum týðari hevur hon framt stórverk at fáa føroyskar bókmentir út í heim. Hon hevur enduryrkt føroyskar yrkjarar til fremmand mál, og hetta hevur hon megnað at gjørt uttan ta stóru lønina, men á so høgum støði sum bara góðir yrkjarar kunnu gera.
Ebba Hentze hevur verið Føroyum og føroyskum bókmentum ein dyggur stuðul. Fyri hetta slóðbrótandi og áhaldandi bókmentaliga starv varð veitt henni Mentanarvirðisløn Landsins.
Kvæðakempa sum fáar
Heiðursgáva Landsins varð latin Martini Tórgarð fyri hansara arbeiði føroyska dansinum at frama sum kvøðari og kvæðakempa.
Í grundgevingini varð víðari víst á, at við listarligum gávum hevur Martin Tórgarð sítt serstaka dansi- og kvøðingarlag, soleiðis sum góðir kvøðarar altíð hava havt. Hann nýtir variatiónsmøguleikarnar í siðaarvinum á ein skapandi og musikalskan hátt og skapar nýggj brigdi, ið geva kvøðingini persónligan og listarligan dám.
Kvøðarar sum Martin Tórgarð bera hitt gamla føroyska heiðursheitið kvæðakempur og skapa list, tá teir fara upp á gólv. Føroyski dansurin er eitt sermerkt føroyskt íkast til heimsmentanina, og Martin Tórgarð er tí ikki bert ein kvæðakempa, men ein kempa í føroyskum mentanarlívi.
Við ótroyttiligum áhuga og virkna leikluti sínum í føroyskum dansi hevur hann latið sítt íkast til arbeiðið at varðveita og menna henda partin av tjóðararvi okkara. Fyri hetta stóra arbeiði varð veitt Martini Tórgarð Heiðursgáva Landsins.
FAKTA
Mentanarvirðisløn Landsins (kr. 150.000):
Í kunngerðini fyri at lata Mentanarvirðisløn Landsins stendur millum annað, at endamálið við at veita virðislønina er at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik, og til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði.
Yvirlit yvir móttakarar:
2008: Ebba Hentze
2007: - eingin virðisløn latin
2006: Zacharias Heinesen
2005: Tita Vinther
2004: - eingin virðisløn latin
2003: Hanus Kamban
2002: Gunnar Hoydal
2001: Eyðun Johannessen
2000: Ingálvur av Reyni
1999: Jens Pauli Heinesen
1998: Regin Dahl
Heiðursgáva Landsins (kr. 75.000):
Í kunngerðini fyri at lata Heiðursgávu Landsins stendur millum annað, at virðislønarevnið skal hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Yvirlit yvir móttakarar:
2008: Martin Tórgarð
2007: - eingin heiðursgáva latin
2006: Jógvan Isaksen
2005: Emil Juul Thomsen
2004: - eingin heiðursgáva latin
2003: Ólavur Hátún
2002: Axel Torgarð
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag