Anna Katrin Matras, Samskiftis- og kunningarfólk
----
Vit eru nú komin inn í november mánaða og meira enn tríggir mánaðir farnir síðani Ólavsøkuna, tá stór fjøld av fólki leitaði sær til høvuðsstaðin at halda tjóðarhátíð føroyinga. Her var, sum altíð, stórur blíðskapur, dyrnar stóðu opnar og boðið varð inn til búgvið borð við øllum góðum frá føroyska spískamarinum. Har var turrur fiskur, turt tvøst og spik við eplum, skerpikjøt, skinsakjøt, rullupulsa og kjøtpylsa. Onkur hevði goymt ein ræstan bita at hava til viðskera. Onnur, serliga við ættarbondum úr Suðuroy, borðreiddu eisini við turrari gás ella dunnu. Jú hetta var ikki at forsmáa, afturat so mongum øðrum góðum mati, sum eisini varð settur á borði.
Og hesir seinastu tríggjar mánaðirnar síðani, hava føroyingar av álvará tikist við at fylla upp aftur í kaggar, í hjall og í frystiboksir. Fyrst var tað tíðin til havhestaungarnar, epli, røtur og annað grønt, sum skuldi takast upp. Fari varð eftir laksinum, sum var komin í áirnar. Og so var komið til veðragjólingarnar, sum eisini skuldu takast, áðrenn fjøllini annars skuldi gangast og allur tann góði maturin úr hesum, fáast til hølvdar. Umframt hetta hevur fleiri ferðir verið boðað til grindadráp og beint nú er tíð til haruveiðu.
Men í oktober mánaða vóru vit brádliga eisini savnaði frammanfyri sjónvarpsskýggjan, tí lýst varð við, at danskarar høvdu vitjað klettarnar og tikið upp sjónvarpssending. Hendan skuldi lýsa støðuna her á landi, har kvinnurnar rýma við posa og sekk, tí her er ikki verandi stað fyri tær.
Sendingin skapti eina øguliga øsing millum fólkið. Kjakið varð harðligt og mong vóru tey, sum ikki funnu seg í, at vit, fólkið og tjóðin, vórðu lýst sum afturpartað, avoldað fólki í norðurhøvum, sum fekst við at ganga á fjall, fletta og taka upp, fara á flot og stinga fliðu í fjøru og savna urtir í haga. Nei hetta vildi mong ikki kennast við, tí dagligdagur føroyinga í dag verður fyltur av øðrum og meira modernaðum og spennandi avbjóðingum. Stutt sagt eru vit so nógv meira global enn hendan myndin av okkum. Nei nútíðar føringurin gongur upp í onnur ting og er komin mist líka langt, sum hini í stóru altjóða gjørdu verðini.
Tá var tað, at eg aftur fór at hugsa um alt tað vælsmakkandi av matarborðinum, sum vit føroyingar við stoltleika bjóða inn til. Ikki bara á Ólavsøku, men eisini til onnur høvi, og tað kring alt landið. Talan er um ymisk høvi, alt frá festivalum, til føðingardagar, próvveitslur, konfirmatiónir og aðrar veitslur. Hví vilja vit ikki kennast við hendan partin av okkara samleika? Har vit í felagsskapi savnast um at fáa til vega rávøruna til hendan góða matin, sum er eitt eyðkenni fyri okkara samleika? Eitt eyðkenni, sum er og framyvir fer at verða avgerandi fyri, at vit av umheiminum fara at verða roknaði, sum tann serliga og spennandi tjóðin og mentanin í alheiminum.
Tað er gott, at eisini okkara oyggjaland er partur av altjóðagerðini og tekur til sín góð og spennandi nýggj átøk og mentanir. Men lat okkum ikki skammast av og goyma burtur okkara aldargomlu mentan, sum hevur lagt og enn leggur, lunnar undir okkara samfelag. Tað er hendan, sum hevur gjørt og enn ger okkum til eina spennandi tjóð, sum umheimurin leggur í at kenna og vitja.










