Tríggir almennir stovnar, sum veita skúlaverkinum tænastur, skulu leggjast saman Skúlabókagrunnurin, Landsmiðstøðin og KT-depilin skulu leggjast saman. Tað sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, við Skúlablaðið.
Ætlanin er tó ikki nýggj, tí Kristina Háfoss tók ta endaligu avgerðina um málið, tá hon var landsstýriskvinna.
-Orsøkin til at samanleggingin ikki er longu er framd, er, at vit ikki hava funnið eini høli, har samanlagdi stovnurin kann vera, og tí arbeiða vit við nú, sigur Helena Dam á Neystabø.
Føroya Skúlabókagrunnur, Landsmiðstøðin og KT-depilin veita føroyska skúlaverkinum tænastur, men virkisøkini á hesum stovnum eru rættiliga ymisk. Í áliti, sum stovnar hava skrivað, verður mælt til at fara undir samanleggingina, at seta stjóra fyri samanlagda stovnin og at seta tvær deildarleiðslur.
Kelda: Kringvarpið