Mentamálaráðharrin er varin

Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, ansar sjálvur eftir ikki at leggja ov stóran týdning í Pisa-kanningarúrslitið. Men hann heldur tó kanningina vísa, at fakliga støðið ikki er nóg gott hjá næmingunum.

Ingolf S. Olsen
---

Tá Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, legði úrslitið av Pisa 2012 fram 3. desember, kundi hann staðfesta, at Føroyar, hóast framgongd í mun til fyrru Pisa-kanningarnar, á øllum fakøkjum framvegis eru í niðasta triðinginum av teimum 66 londunum, ið eru við í kanningini, og aftanfyri øll hini Norðurlondini.
- Eg eri fegin um, at vit sum tað einasta norðurlandið hava framgongd á øllum økjum. Nógv átøk eru sett í verk í fólkaskúlanum síðani fyrstu Pisa-kanningina, og vit fáa nú fyrstu ábendingarnar um, at tað gongur rætta vegin. Tað hevur tí stóran týdning, at allir partar, sum varða av fólkaskúlanum halda á fram við at menna okkara fólkaskúla, segði hann tá og ætlaði annars, at kanningarúrslitið skuldi hava avleiðingar í stundini.
Sostatt skuldi Mentamálaráðið beinanvegin viðgera úrslitini saman við skúlaleiðarunum og heita á Fólkaskúlaráðið um at gera eitt tilmæli við støði í Pisa-kanningini.

Ivaspurningar
Fundurin við skúlaleiðararnar var eisini longu í seinastu viku, men landsstýrismaðurin er tó varin við at leggja ov stóran týdning í kanningarúrslitið.
- Spurningurin er, hvussu vit best lofta hesi kanningini. Nógvir ivaspurningar verða reistir, og nógv boð upp á frágreiðingar eru at hoyra og lesa. Er okkara skúlaskipan skrúvað saman til slíkar kanningar? Tað er ein viðkomandi spurningur at seta. Men kortini haldi eg, at sama hvørjar frágreiðingar annars eru, so liggja vit ov lágt í Pisa-kanningini.
- Eitt nú kann tað forklára ein part, at vit hava ein inkluderandi skúla, og at allir 9. floks-næmingarnir, eisini teir, ið hava tørv á sernámsfrøðiligari hjálp, vóru við í kanningini. Tað kann ávirka úrslitið niðureftir samanborið við skúlaskipanir, har næmingar, ið hava serligan tørv, eru sílaðir frá í serflokkar. Men hóast tað, liggja vit ov lágt, sigur Bjørn Kalsø.
Eisini hann staðfestir tó, at føroyingar als ikki tykjast standa aftanfyri onnur, tá tað snýr seg um útbúgvingar eftir fólkaskúlan og um at klára seg væl í vinnulívinum.
- Vit eru eisini dugnalig á summum økjum í fólkaskúlanum, sum ikki verða máld í Pisa-kanningini. Eitt nú í íverksetan, har vit eisini klára okkum heilt væl í altjóða høpi. Vit hava iverksetan í framhaldsdeildini og hava planir um at fara longur niður í skúlastigini við hesi lærugreinini, sigur Bjørn Kalsø.

Skunda undir átøk
Samanumtikið heldur hann, at vit eiga at halda fast við okkara inkluderandi fólkaskúla, men samstundis brúka Pisa-kanningina konstruktivt at skunda undir tær betringar og tey átøk, ið longu eru sett út í kortið.
- Vit skulu halda áfram við at eftirútbúgva og førleikamenna okkara lærarar, millum annað útbúgva fleiri orðblindalærar, lesivegleiðarar og AKT-lærarar til førleikastovurnar, sum nú virka á teimum stóru og miðalstóru skúlunum á øðrum ári. Henda skipanin sær út til at rigga væl. Eisini hava vit gjørt av at útbúgva serlærarar í náttúruvísund, støddfrøði og KT, og eisini at eftirútbúgva og førleikamenna skúlaleiðslurnar, sigur mentamálaráðharrin.
AKT-lærar eru serútbúnir at ansa eftir atferðar-, kontakt- og trivnaðartrupulleikum hjá næmingum.
- Nógv annað er eisini sett í verk eftir Pisa-kanningina í 2006. Vit hava fingið tvílærara-skipanir, fleiri tímar í bæði føroyskum og støddfrøði og enskt niður í 4. Flokk. Serligar skipanir eru gjørdar úti á skúlunum fyri næmingar við serligum tørvi, eins og Sernám kann traðka til, tá brúk er fyri tí. Tað snýr seg um at fylgja betri upp upp á alt hetta, sum longu er sett í verk. Og vit hava enn onki Pisa-úrslit sæð av hesum. Tað gera vit í fyrsta lagi í 2015, men bara partvíst tá, og annars í 2018, sigur Bjørn Kalsø.

Positiv sermerki
Hann leggur dent á, at Pisa-kanningin ikki einsamøll skal sleppa at lýsa dygdina í føroyska fólkaskúlanum.
- Eitt er sjálv fakligheitin, sum ikki er nóg góð, tá tað snýr seg um lesiførleikar, støddfrøði og náttúrvísund. Men skúlin er so øgiliga nógv annað, og okkara inkluderandi skúli hevur eisini síni positivu sermerki, tolsemi og eina góða sosiala dimensjón til dømis. Og tað eru hópin av fólki, ið hava fingið sína grundskúling í hesum skúla, sum í dag gera seg galdandi í stórum stíli á altjóða arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevur eisini týdning at gera sær greitt, sigur mentamálaráðharrin.