Menninir hjá ÍF kunnu nú kalla seg steypavinnarar 2013, eftir at teir í Høllini á Hálsi í dag vunnu ein harðvunnan 3-2-sigur á SÍ eftir eitt frálíkt comeback. ÍF, sum er púra greitt á odda í landskappingini frammanfyri júst SÍ, tapti heldur óvæntað tey bæði fyrstu settini 25-20 og 25-19. ÍF var næstan ikki at kenna aftur, somuleiðis sum SÍ spældi upp til sítt allarbesta.
Í triðja setti vóru sørvingar bara ein bólt frá at vinna sær ein dystarbólt, men ÍF vísti stóra sálarliga styrki tá ið á stóð og vann settið 26-24. Hetta gav av álvara ÍF nýggja orku, samstundis sum SÍ tóktist at hava nýtt ov nógva orku við at vinna tey bæði fyrstu settini.
Í fjórða setti hekk nevniliga so at siga einki saman hjá SÍ, og við at vinna fjórða settið greitt 25-17 syrgdu fuglfirðingar fyri, at neyðugt var við einum fimta og avgerandi setti.
Í hesum fimta og avgerandi settinum kom ongantíð nakar spenningur í, tí við einvegis ferðslu kom ÍF skjótt á odda 10-1 og avgjørdi lættliga settið og finaluna við 15-7. Við einum 3-2-sigri á SÍ kunnu teir nú kalla seg steypavinnarar 2013.
Sí beinleiðis frásøgnina frá finaluni niðanfyri:
SÍ - ÍF 2-3 (25-20, 25-19, 24-26, 17-25, 7-15)
1. sett: SÍ - ÍF 25-20
SÍ legði seg skjótt á odda 9-4 og at kalla einki riggaði hjá ÍF hesa løtuna. Leiðslan helt sær fram til eitt time-out hjá ÍF munaði og teir minkaðu heilt niður í 17-16. ÍF náddi tó ongantíð at koma upp á javnt, tí spælið hjá SÍ koyrdi ímóti endanum av settinum aftur sera væl og vunnu teir fyrsta settið at enda 25-20.
Tað er púra greitt, at ÍF skal sleppa sær av við nógvu mistøkini í stundini, um teir skulu hava nakran møguleika at vinna seg inn aftur í dystin.
2. sett: SÍ - ÍF 25-19
Aftur í øðrum setti kom SÍ best frá byrjan og legði seg á odda 7-4 áðrenn ÍF aftur valdi at taka time-out. Aftur hesaferð riggaði tað bara í ein ávísan mun, tí tá ið ÍF var um at hótta leiðsluna hjá SÍ, spældu teir úr Vágunum aftur upp til sítt besta og løgdu seg á odda 12-7. Álopsspælið hjá ÍF koyrdi als ikki nóg væl til at kunna hótta serliga blokkin hjá SÍ, sum stundum var upp á pláss.
ÍF skapti tó aftur nakað av spenningi í settið við at berja seg upp á javnt 13-13 og 16-16, men enn einaferð vísti tað seg, at so skjótt sum ÍF hótti við at leggja seg á odda, so funnu teir sítt besta spæl fram. Yvirlegið spæl í verjuni noyddi ÍF til at gera nógva villur, og SÍ tók settið greitt 25-19.
3. sett: SÍ - ÍF 24-26
Í triðja setti kom ÍF best frá byrjan, men SÍ loyvdi teimum ongantíð at fáa nakra stórvegis leiðslu og liðini fylgdust allan vegin. Tað vóru serliga Niels Erik Anderson hjá SÍ og Boban Ilic hjá ÍF, sum stóðu fyri nógvum stigum í álopspartinum hjá liðum sínum. ÍF var á odda 24-22 og hevði sostatt tveir settbóltar, men SÍ bjargaði teimum við at vinna seg upp á javnt 24-24 áðrenn ÍF tók eitt frálíkt time-out, vann teir næstu tveir bóltarnar og harvið settið 26-24.
Spælið hjá ÍF gekk nakað betur hetta settið, men tað var kanska serliga SÍ, sum ikki spældi eins væl sum tey bæði fyrstu settini.
4. sett: SÍ - ÍF 17-25
Aftur í øðrum setti var ÍF greitt betra liðið og fekk spælt seg - at síggja til - lættliga ígjøgnum verjuna hjá SÍ. SÍ tykist at hava nýtt nógva orku til at vinna tey bæði fyrstu settini, og í hesum settinum var eingin ivi. Leiðslan hjá ÍF bara øktist sum settið leið, og vunnu teir tað at enda greitt 25-17.
Støðan er nú 2-2 í settum og farið verður nú undir fimta og avgerandi settið!
5. sett: SÍ - ÍF 7-15
Í fimta og avgerandi setti lat ÍF ongan iva vera um, hvat lið liggur fremst í landskappingini og hvar teir mettu steypagullið eisini hoyra heima. Ein bólt fyri og annan eftir langaðu teir í gólvið og tá ið ÍF var á odda 7-1, royndi SÍ sum eina seinastu roynd at taka time-out. Hetta munaði tó einki, tí løtu seinni var støðan heili 10-1. Serliga var tað Bárður Jacobsen, sum var ÍF gullverdur og avgjørdi nógvar bóltar í avgerandi løtunum. SÍ fekk nakrar bóltar ímóti dystarenda - hetta tó bara til pynt, tí sigurin hjá ÍF var ongantíð í vanda og vunnu teir settið 15-7 og harvið finaluna 3-2.