Menningartarnað eru verjuleys

Greinin hjá felagnum Javna í blaðnum í dag vísir, at tey menningartarnaðu í Føroyum og teirra avvarandi mangan kenna seg maktarleys í mun til sterku almennu skipanina, sum ikki í nóg stóran mun setur brúkaran og teirra tørv og trygd í hásæti. Sosialurin fer komandi dagarnar at varpa ljós á hetta øki

Turið Jacobsen fortelur í serblaðnum hjá Javna í Sosialinum í dag um, hvussu tað er at vera avvarandi hjá menningartarnaðum, tá almenna skipanin verjir seg sjálvan í staðin fyri at seta tørvin hjá brúkarunum í hásæti.


Beiggi Turið Jacobsen, Jóannis, hevur down syndrom og býr á sambýlinum á Mýruni í Havn. Har hevur hann búð í 24 ár. Hann trívist og hevur tað gott. Men kortini hevur systurin mist álit á leiðsluni í Nærverkinum.


Hetta hendir eftir, at beiggin varð útsettur fyri harðskapi frá leiðaranum, uttan at tað fekk avleiðingar fyri viðkomandi, og eftir at stríð millum leiðaran og starvsfólk endaði við, at starvsfólkini søgdu seg úr starvi, meðan leiðarin fekk annað leiðarastarv í skipanini.


Forkvinnan í Javna, Anna Eldevig Háberg, staðfestir, at Føroyar eru langt afturúrsigldar, tá tað kemur til verju og rættindi hjá menningartarnaðum. Meðan Danmark hevur nýggjar lógir, sum geva einstaklingum møguleika at vera verjar á teim økjum, sum tann menningartarnaði ikki sjálvur maktar, so er einasti møguleiki í Føroyum, at tann menningartarnaði letur alt vald yvir til almennu skipanina.


Javni hevur í fleiri ár ynskt, at føroysku lógirnar verða dagførdar, soleiðis at menningartarnað í Føroyum ikki longur eru noydd at liva í 1922, men enn er einki hent.


Sosialurin hevur tosað við Jarvin F. Hansen, formann í Pædagogfelagnum, har flestu starvsfólk í sambýlum og bústovnum eru limir, umframt Mary í Garði, stjóra í Nærverkinum. Hvørgin teirra hevði tíð at gera viðmerking til málið í dag. Men Sosialurin fer komandi dagarnar at viðgera málið víðari.