Menn tora betur til læknan

Talið av føroyskum monnum, ið fáa staðfest krabbamein í bløðruhálskertlinum, hevur verið vaksandi seinastu tíggju árini. – Mannfólkini eru blivin meira tilvitað um krabbamein og fara til lækna at lata seg kanna, sigur Dánjal Petur Højgaard, kommunulækni

Hvørt ár fáa næstan hundrað menn í Føroyum staðfest krabbamein. Størsti parturin av hesum monnunum fáa staðfest krabbamein í bløruhálskertlinum. Talið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Hetta vísir ein uppgerð yvir títtleikan av krabbameinstilburðum hjá monnum í Føroyum.

Ein av orsøkunum til vaksandi talið av krabbameinstilburðum í bløðruhálskertlinum er, at fleiri menn fara til lækna at lata seg kanna. 


Ynskja kanningar

Dánjal Petur Højgaard, kommunulækni í Havn, upplivir at alsamt fleiri menn koma í hansara viðtaluhøli fyri at verða kannaðir.

- Hyggja vit nøkur fá ár aftur í tíðina, vóru tað als ikki líka nógvir menn, sum komu í viðtaluhøli fyri at blíva kannaðir fyri prostatakrabba. Av tí at tað í størri mun í dag enn fyrr verður varpað ljós á krabbamein, eru menninir meiri tilvitaðir um týdningin um at lata seg kanna, sigur Dánjal Petur Højgaard.

Vanliga verða menn, sum koma til lækna fyri at verða kannaðir fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum, bólkaðir í tveir bólkar.

- Tað eru teir, sum ikki merkja nøkur sjúkueyðkenni, men sum vilja vera á tryggu síðuni, og tískil lata seg kanna. Síðani eru tað teir, sum hava sjúkueyðkenni, sum er eitt nú at hava trupulleikar við at kasta sær av vatninum, sum koma til kanningar, greiðir Dánjal Petur Højgaard frá.

Hann heldur, at flestu menn í dag eru rættiliga tilvitaðir um krabbamein í bløðruhálskertlinum.

- Tað hevur púra greitt havt eina ávirkan, at meira fokus hevur verið á hesa sjúkuna seinastu árini. Eitt er, at læknar og sjúklingar tosa meir um hetta slagið av krabbamein, men harafturat so hevur eisini nógv verið at sæð, hoyrt og lisið um krabbamein sum heild í føroysku fjølmiðlunum. 


Menn ringja um hjálp

Eisini Krabbameinsfelagið merkir, at fleiri føroysk mannfólk fáa staðfest krabbamein í bløðruhálskertlinum.

- Vit fáa nógv fleiri fyrispurningar um hetta slagið av krabbameini í dag, enn hvat vit gjørdu fyri nøkrum árum síðani, sigur Jákup N. Olsen, sum er formaður í Krabbameinsfelagnum.

At fleiri menn fáa staðfest krabbamein í bløðruhálskertlinum merkja tey í felagnum serliga væl, tá ringt verður til teirra.

- Fyrr vóru tað so at siga bert kvinnur, sum settu seg í samband við felagið. Eisini var vanligt, at tær ringdu fyri mannin. Men soleiðis er ikki í dag, tí nú ringja menninir sjálvir til okkum, sigur Jákup N. Olsen, sum eins og Dánjal Petur Højgaard merkir, at krabbamein hjá monnum ikki er eitt eins stórt tabu, og tað hevur verið.

- Tað verður tosað meira opið um prostatakrabba í dag, og menninir sjálvir tora betur at práta um evnið. Hetta leggi eg eisini merki til, tá eg møti onkrum monnum, tí teir koma sjálvir inn á evnið og hava hug til at práta um tað, greiðir Jákup N. Olsen frá.

Hann heldur, at upplýsingarátøk, sum eitt nú Krabbameinsfelagið hevur staðið fyri, hava havt stóra ávirkan.

- Tað, at menninir javnan verða upplýstir um krabbamein, hevur heilt víst gjørt, at teir eru meira tilvitaðir um at fara til læknan. Eisini hevur Sjálvhjálparbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum verið við til gera, at krabbamein í bløðruhálskertlinum ikki er eitt tabu, sum tað kanska hevur verið fyri summi, sigur Jákup N. Olsen.


Eingin skipað screening

Í verandi løtu er eingin skipað screening fyri mannfólk, eins og tað er fyri kvinnnur.

- Avgerð er tikin, um at vit kommunulæknar ikki skulu hava nakra skipaða screening. Í dag koma mannfólk sjálv til lækna og verða kannað. Hetta eru bæði teir, ið ongi sjúkueyðkenni hava, men kenna seg í vandabólkinum, og so koma eisini teir menninir, ið hava sjúkueyðkennini, greiðir Dánjal Petur Højgaard frá.

Hann heldur ikki, at læknarnir skulu fara undir at screena mannfólk á sama hátt, sum gjørt verður við kvinnur, áðrenn drúgvar kanningar og útrokningar eru gjørdar á økinum.

- Tað er eitt stórt apparat, sum skal setast í gongd og hugsast kann, at møguliga nógvir menn skulu skurðviðgerast, og tí má øll skipanin verða til reiðar. Tískil er hetta ikki nakað, sum vit kunnu gera bara soleiðis uttan víðari, sigur Dánjal Petur Højgaard.

Heldur ikki formaðurin í Krabbameinsfelagnum heldur, at ein skipað screening er nakað, sum hevur skund.

- Vit royna at kunna menn um, at til ber at fara til sín egna kommunulækna og taka eina blóðroynd, og síðani fáa staðfest, um ein hevur bløðruhálskrabba ella ikki, so tað er ikki tí, at tað er torført at lata seg kanna, sigur Jákup N. Olsen og leggur afturat.

- Hóast vit ikki hava nakra skipaða screening av monnum, so fylgja vit væl við, hvussu londini rundan um okkum gera, og hvørjar royndir tey hava við eitt nú skipaðari screening.