Hetta seinasta árið eru lønargjaldingarnar í Føroyum nógv hækkaðar. Men tað eru menninir, sum eru farnir við tí mesta av framgongdini. Tað sæst í eini uppgerð hjá Hagstovuni yvir, hvussu stór framgongdin í lønargjaldingum hevur verið í Føroyum seinastu árini. Í gjár bar til at lesa her á in.fo, at ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at hetta seinasta á árið hevur framgongdin í lønargjaldingunum í Føroyum, verið stór.
Les eisini: Tað besta árið í Føroyum í sjey ár
Men uppgerðin vísir eisini, at tað eru menninir, sum eru farnir við í mestu framgongdini, tí hjá kvinnum hevur framgongdin ikki verið so stór.
Hagstovan sigur, at sum heild hevur gongdin í lønunum hjá kvinnum og monnum verið ymisk hesi seinastu árini. Frá 2004 til 2007 fylgdist vøksturin hjá báðum kynunum. Tá afturgongdin byrjaði í 2008 vóru tað bert lønirnar hjá monnunum, sum minkaðu, tí lønarparturin hjá kvinnunum stóð í stað. Hesi seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnur, men í fjør áttu menninir tó størri lut í vøkstrinum.
Av teimum 412 milliónum krónunum, lønirnar í fjør vóru størri enn í 2013, fóru 319 milliónir krónur av vøkstrinum til menn og kvinnurnar fingu 93 milliónir burturav. Sostatt vuksu lønargjaldingarnar hjá monnunum 7,3 prosent og hjá kvinnunum vuksu tær 3,3 prosent.
Sostatt eru tað tær vinnugreinir, har lutfalsliga fleiri lønir fara til menn, ið hava havt størstu framgongdina í 2014. Heilt nógvir føroyingar arbeiða uttanlands og nógv teir flestu av teimum eru menn. Men Hagstovan vísir á, at hendan uppgerðin umfatar tað, føroyskar fyritøkur rinda, so lønir vunnar uttanlands eru ikki taldar við.
Annars vísir uppgerðin hjá Hagstovuni, at sum heild eru tað kvinnurnar, sum arbeiða í tænastuvinnum og menn, sum arbeiða í framleiðsluvinnunum. - Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað er í heilsuverki, almannaverki, almennari fyrisiting, kommunum og slíkum.
- Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er nakrar vinnugreinar, har tað næstan bara eru menn sum arbeiða, eitt nú í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging.
Hagstovan sigur eisini, at langtíðargongdin vísir, at tænastuvinnurnar veksa frá framleiðsluvinnum Parturin av lønargjaldingunum, sum kemur frá almennum og privatum tænastuvinnum, er ein støðugt vaksandi, sigur Hagstovan. Hinvegin er parturin, sum stavar frá framleiðsluvinnunum, minkandi. Mitt í áttatiárunum var lønarparturin í framleiðsluvinnum næstan helvtin av lønunum, men seinnu árini hava hesar vinnur verið eini 30 prosent av samlaðu lønunum. |