- Menn hava verið ótrúliga raskir

Dia Midjord rósti sínum monnum fyri at hava verið ótrúliga raskir at møta upp til venjing, og hann helt eisini, at breiddin hjá vestmenningum veruliga hevur staðið sína roynd.

Undan kappingarárinum hevði Dia Midjord sett sær mál, at VÍF skuldi gerast millum trý tey fremstu liðini í landskappingini, og kanska eisini vinna sær sess í steypafinaluni. Nú hann kann taka saman um kappingarárið, hevur VÍF vunnið gull, og noydust at lúta í steypafinaluni fyri StÍF.
- Alt í alt eri eg stak væl nøgdur við kappingarárið, og eg hevði als ikki roknað við, at vit skuldu standa sum gullvinnarar longu í triðseinasta leikumfari, sigur Dia Midjord.

Hava verið mest støðugir
Spurdur hvussu tað ber til, at VÍF er so nógv framman fyri hini liðini í ár, sigur Dia Midjord:
- Vit hava helst verið tað mest støðuga liðið í ár. Í byrjanini av kappingarárinum vunnu vit fleiri dystir við einum máli, men nú í seinastuni hava vit vunnið støðugt, meðan hini liðini samstundis hava verið sera ófør til at taka stig frá hvørjum øðrum. Kyndil fekk so eisini av eini ella aðrari orsøk ein óhepnan niðurtúr í endaspælinum, og tað var so bara til okkara fyrimun, sigur gullvenjarin hjá vestmenningum.
- Hetta saman við eitt sindur av hepni og harðari venjing hevur givið úrslit. Vit hava vant hart, og serliga tíðliga í árinum vandu vit sera hart, og tað skal sigast, at menn hava verið ótrúliga raskir til venjing. Uppmøtingin hevur verið framúr góð, og innsatsurin hevur verið 100 prosent hjá øllum, greiðir Dia Midjord frá.

Aðrir tóku ábyrgd
Tá ið VÍF misti tríggjar av sínum lyklaspælarum fyri góðum mánað síðani, væntaðu fleiri, at tað fór at kosta VÍF dýrt, men tað vísti seg bara tað øvugta. Spurdur hvussu tað ber til, sigur Dia Midjord:
- Tað er ofta so, at tá ið eitt lið antin missir leikarar ella venjara, so hevur tað antin eina negativa ella positiva ávirkan, og í okkara føri tippaði tað tann rætta vegin. Menn skiltu tað, at nú skuldi ein eyka innsatsur til, og tað eru nógvir, sum veruliga tóku ábýrgd. Hýrurin í hópinum var allatíðina sera góður, og tað hevur gingið ótrúliga gott, sigur Dia Midjord.
Tá ið vit at enda spyrja Dia, um hann fer at halda fram í Vestmanna komandi ár, sigur hann, at tað veit hann ikki enn. Tað man tó neyvan verða nakað dulsmál, at teir í VÍF undir øllum umstøðum fegnir vilja hava havnarmannin at halda fram sum venjara.