Carl Johan Jensen
Ummæli:
Regin Dahl: Smámunir
Orð og løg, 2000
Mitt í øllum ólavsøkusveigginum, sjálvan ólavsøkuaftan ? tann seinasta í øldini, sum skjótt líður undir lok ? kom nakað fyri, sum, tó eg ikki vil kalla tað eitt undur, kortini er rárasta hending í hesum saltváta heimbýli okkara. Á einari lítlari og yvirlætisleysari samkomu í einum listframsýningarhøli niðri við Fríðriksvág (t.e. í Vágsbotni) legði forlagið Orð og løg fram eitt nýtt verk eftir ein av varðunum í føroyskum bókmentum í tjúgundu øld. Hetta var eitt yrkingasavn. Smámunir eftir Regin Dahl. Sum oftani hjá Regini Dahl gevur tittulin lítið um seg, hann stendur mest sum ein lítillátin, ja hálvsmæðin tilsiping á permuni til teir vindar av sjálvsiva sum aftur og aftur taka harðlig tøk í tann skapandi tilvitsstreymin, hvønn veg ið hann so rennur.
Eg skal beinanvegin viðganga, at tað var við einum tvídrátti innast í sálini og ikki uttan honk, at eg tók mær hesa bók í hendur og fór at kaga í hana. Eg, sum eri øll hesi árini yngri og ikki fríur fyri ta blíðernu tolsemi heldur, sum tann hálvungi mangan vil vísa tí eldra, ikki at siga aldraða undangongumanninum. Eg hugsaði, at eg fór at kenna meg onkursvegna sum Kristian á Brekkumørk á sinni, tá ið hann loysti kjaftbandi á berjaposanum hjá Hans Andriasi í Áarstovu. Eg hálvkvíddi fyri, at her fór eg at finna ymist í, sum væl kundi vera í skaldskapar nánd, men ikki var skaldskapur ? í øllum førum ikki skaldskapur, ið stóð mát við tað, sum Regin Dahl yrkti í bestu árum.
Men tak handa fanan, mátti eg ikki eta hetta aftur í meg.
Tí væl kann tað vera, at ellisvomm og viðurmøði tyngja á skrokkin og boyggja knøini, at eyguni fara, hoyrnin við og tenn ringla í heysi, men innanskalla livir í skaldskapinum enn. Og tað soyrir ikki bara, tað logar enn. Væl og heilavillandi.
Skaldskapurin í nýútgivnu bókini ber í mongum og mørgum dám av hesum, ið fær barokktónleik at taka seg út í huganum sum ein rennandi løk. Yrkingarlagið er (eins og Regin Dahl sjálvur sigur um tónlistina hjá Bach í yrkingini Bach=svitur, Orðakumlar bls. 94-96) reint og fløkt, alt í semju, alt í sóma, men eisini í sama viðfangi meldrar og afturundirgerðir. Yrkingarnar eyðkennast yvirhøvur av einum samanumtakandi klárleika, sum bæði er sárur, men eisini rúmar í sær unnileikans látur og ljós eitt nú hesi í yrkingini (bls. 43):
Dansistovan var stongd.
Úti hulislig nátt
og í veitum
burtur og hjá
hoyrdi tú
av og á
lítlan látur og andadrátt.
Men eingin sá.
Málsliga og yrkingarlagsliga bregður savnið ikki úr ætt. Tær málsligu røturnar liggja enn niður í ta gomlu almúgumentanina, sagnirnar og kvæðini. Yrkingarlagið er opið og yvirhøvur leyst við myndburð og annað skaldsligt prunk og prál.
Evnisliga, man onkur lesari óivað eisini halda, er tað nógv tað sama tógvið, ið skaldið hevur á snælduni her. Jú, gaman í er tað tað. Men hvat ger tað sum so, um tað eru somu tættirnar, ið verða maldir saman, um snældan ikki er runnin at enda enn? Er tað ikki tað, sum sermerkir skaldskap, ið nakar munur er í, at hann kann taka fáar træðrir saman í eitt band, sum heldur. Í ein lesning.
Í Smámunum tekur Regin Dahl afturíaftur tey megin-temu, sum hava verið uppstøðan í skaldsakapi hansara heilt aftur í hálvtrýssárini. Hann gevur í kast við somu tilvistarligu spurningar, sum eitt nú í Óttukvæðum (1955), Gongubitum (1965) og Orðakumlum (1978). Her sæst aftur tann serkendi ansurin fyri tí varandi og verðuga, ið tann kristna barnatrúgvin og Jesuspápin sum fyrr eru ímyndin av. Her er tann eirindaleysa sjálvskanningin, tann varliga metandi, sundurgreinandi og ósamtíðarliga mentanarskoðanin. Her er skemti. Gleðin. Hjartalagið fyri lívinum, halgini og samskapninginum. Her er tann afturbeinda tíðin, sum ferð eftir ferð kemur so ólagaliga á nútíðina við sínum avdúkandi og speiliga ljósi. Hvør minnist ikki yrkingar sum t.d. Kvæði fremsta framtakskappa landsins Her er tað andstadda og mótsetta í allari veran. Her er tað nærkunnuga og forgeingiliga tvinnað saman við hitt æviga, neyvt og minniliga, eitt nú í yrkingini Á sjúkrahústrappuni (á bls. 67).
Sum býurin lýsir á hvørjari høvd.
Húsini skína
sum vóru tey gjørd
úr stjørnutilfari
og fólkini sum skuggar
millum
húsanna ?
øll, hvør negl,
hvørt hár,
hjarta ið dukar,
blóðið, ið rennur
rennur ?
úr sama tilfari ?
so, nú kemur bilurin
við glógvandi lyktum
eftir tí
sum er eftir av mær ?
ja, vit eru øll gjørd úr
stjørnutilfari..
Her er ástin, holdsins lukka og lívsuggin í einum forbrendum og illum heimi (sí t.d. bls. 61):
Kossurin er
kostarligur,
kíning um
vangar og herðar,
holdsins lukka ?
at makast búk
á búki ?
undurið av øllum.
Vitska at fremja
lívið ?
men seinni at venda sær
hvørt
á sína lið í
song síni
heilsast
rumpa móti rumpu.
Her er ævikvøldið við sínum hvokna lívføri og mannminkandi avmarkingum (sí t.d. bls.) :
Ill er ellin:
sperðil og spini
alt gongur fyri.
Ill er ellin:
lungu og livur
hjarta og nýru
avroðini øll
alt gongur fyri.
Og síðani seinasta forraði: deyðin, sum bæði er ósvitaligur endi og byrjan.
Eg nart omanfyir við samfelagspeiði, ið javnt og samt vallar undan í skaldskapinum hjá Regini Dahl. Í hesum savninum er tann tátturin kanska upp aftur sjónskari enn áður og tónin eina øgn hvassari og minni umvegis t.d. í hesi yrkingini á bls. 37:
Og smádreingirnir!
Teir spæla við
teldum og
øllum loftsins
máttum ?
tað er eitt spæl,
tað er einki fyri,
siga teir.
Ja, tað er helst alt samalt
bara eitt spæl.
Summir av hesum samfelags- og mentanaratfinnandi tekstunum eru skornir burtur úr ørindum, sum nærum hvørt mansbarn á klettunum man kenna. Ørindum úr skjaldrum (sankta Mortan) og yrkingum eftir klassisk skald bæði føroyskum máli (t.d. áarstovubrøðurnar) og øðrum málum við (t.d. Goethe). Ørindini verða snaraði soleiðis, at ein spenningur skapast millum tað upprunaliga innihaldið og sjónarmiðið hjá framsøgufólkinum í tí nýggja tekstinum. Hetta er eyðvitað eitt gamalt og kent stílbragd, men er brúkt við fynd og hegni her. Tak t.d. yrkingina Føðilands kvøða (bls. 71), har orðini í yrkingini hjá Janusi Djurhuus Føroyar, mítt land (nr. 6. í Føroyafólks) fimliga verða snarað á ranguna:
Føroyar, mítt land, o
oljuborg fría,
teg vil eg herja, í
rustdustið stíga,
stríðast sum hetjan, tá
blóðpengin gól ?
girndtempul høga í
setandi sól.
Samanborið við eldri søvn eftir Regin Dahl, hevur hetta nýggja savnið, haldi eg, ið hvussu er, okkurt av tí uppi við sær, sum gav tí lítla savninum Úr sjón og úr minni (1978) hjá Christiani Matras sítt serliga lag og dám. Í tí savninum eru øll megintemuni í skaldskapinum hjá Christiani Matras at finna, men framsett í einum einfaldaðum, útímóti haikukendum orðalag. Eg veit eg sjálvandi at hetta eru ógvuliga ólíkar bøkur, hvat tá, men tær hava tað í felag báðar, at høvundunum liggur á at taka saman um, at skava tað óneyðuga, ja smámunirnar so at siga, burtur og koma inn at tí, sum er kjarnin, sjálvt alið í skaldskapi teirra.
Eg skal ikki siga, at hetta er besta savnið, Regin Dahl hevur latið úr hondum um ævina, og tað er so eisini ringt at døma um í øllum førum og verður ongantíð annað enn mín einstadda og sjálvklóka meting og lítið viðkomandi. Tað sum um ræður og fer at standa eftir tá ið av tornar er at hetta er skaldskapur, afturhaldsamur skaldskapur kanska og afturlítandi, jú, jú, men kortini skaldskapur, føroyskur skaldskapur, sum hevur gjørt okkum mun og eisini fer at gera okkum mun, meðan vit enn eru yvir moldum og hava vit til skilja skrivað ella mælt mál.