Í minsta lagi 10 fólk doyðu, tá ein meldurhvirla var í amerikanska statinum Mississippi í gjár. Sambært sjónvarpinum CBS eru fleiri fólk innistongd í nøkrum bygningum. Myndugleikarnir siga, at fleiri sethús og størri bygningar fóru í meldurhvirluni, og at bjargingarlið royna at hjálpa fólki, sum eru undir húsatoftunum.
CBC sigur, at minst trý børn eru millum tey deyðu, og at fleiri fólk eru løstað og flutt á sjúkrahús.









