Í døgunum 8. – 13. september 2014 verður á øðrum sinni skipað fyri Vestmanna-døgum. Talan er um eitt trivnaðar- og mentanartiltak, sum skal vera við til at styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu undirstrikar, at fyrstu Vestmanna-dagarnir í fjør vóru so væleydnaðir, at tey hava nú tikið stig til at gera tiltakið enn størri í ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Paula T. Petersen greiða frá umfatandi skránni.