Meiri saman við familjuni

- Vit halda nýggjársaftan saman við grannunum. Kvøldið byrjar við at lurta eftir røðuni hjá drotningini og løgmansrøðuni, og síðani verður okkurt gott etið. Seinni verður fýrverk skotið saman við børnunum.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Hon leggur aftrat, at tað eru maðurin og børnini, ið hava skil fyri fýrverki, og tað eru eisini teir, ið standa fyri keypinum av fýrverki.

- Í ár er svágur á vitjan í Føroyum, so tað verður óivað keypt eitt sindur eyka í ár.

Annika sigur, at fyri hennara viðkomandi er tað eitt njótilsi bara at hyggja at, meðan fýrverk verður skotið.

- Vit plaga altíð at fara til bálið í grannalagnum klokkan 21, og tað plagar at vera stak hugnaligt. Her verður heilsað upp á fólk og ynskt gott nýttár.

Hon ásannar, at tað hevur verið hart fyri familjuna, at hon situr í landsstýrinum.

- So, mítt persónliga lyftið fyri 2013 er at vera meiri saman við familjuni, børnunum og øllum teimum, sum eg eri góð við.

Annika Olsen sigur, at hennara politiska nýttársynski er, at vit politiskt duga betri at standa saman og gera tvørpolitiskar semjur, sum røkka á mál.

- Hetta er besta fyritreytin fyri at fáa álit á politisku skipanina og at skapa álit millum manna um tær avgerðir, ið verða tiknar.

Hon heldur, at hetta er alneyðugt, tí føroyska samfelagið stendur yvir fyri risastórum avbjóðingum, eitt nú við manglandi fólkavøkstri.

- Eg ynski eisini, at vit fara at megna at fara betri við hvørjum øðrum í almenna rúminum, soleiðis at vit fyrihalda okkum meiri til málini heldur enn persónarnar.

At enda vil Annika Olsen, landsstýriskvinna, ynskja øllum Føroya fólki eitt av Harranum vælsignað nýttár.