Meiri enn 300 børn deyð í ísraelsku álopunum

Umleið 450.000 børn eru flýdd undan krígnum í Libanon, og ein triðingur av teimum særdu eru børn.


Næstan ein millión libanar eru nú flóttafólk í egnum landi, og sambært libansku myndugleikunum eru umleið 45 prosent av teimum børn. Av teimum 615, sum hava latið lív í ísraelsku álopunum, er næstan helmingurin børn, og ein triðingur av teimum 3.200, sum eru særd í bardøgunum, eru børn.

Bretska blaðið The Independent hevur skrivað nógv um syndarligar barnalagnur í Libanon í seinastuni, og saman við einum bretskum barnahjálparstovni er blaðið farið undir at skipa fyri ymsum tiltøkum, ið skulu hjálpa teimum raktu børnunum. Eitt nú hava blaðið og felagsskapurin savnað pening til heilivág og mat.

Summar keldur hava sett spurnartekin við tíðindini frá libansku myndugleikunum um, hvussu mong børn hava latið lív í krígnum, og fleiri hava hildið, at myndugleikarnir gera ov nógv av. Men onnur siga, at í kríggi er vanligt, at børn og ung taka seg saman, tá tey fjala seg, og tí doyggja ofta lutfalsliga nógv børn í kríggi og serliga loftálopum, skrivar AP. Ein onnur frágreiðing er, at umleið 30 prosent av libanska fólkinum eru yngri enn 18 ár, og at har suðuri í Libanon hava fólk yvirhøvur nógv børn.

-Húski, sum hava fimm ella kanska seks børn, fjala seg ofta saman, og tí slepst ikki undan, at loftálop kosta lutfalsliga nógvum børnum lívið, sigur Aris Salim hjá ST-barnahjálparstovninum Unicef við The Independent.


Leypa á sivilmál

Tað er eisini greitt, at kríggið fær stórar sálarligar avleiðingar fyri børnini í krígsøkinum.

-Tey síggja ymiskt, sum børn í Evropa ongantíð hava sæð ella fáa at síggja, sigur sálarfrøðingurin Rania al-Ameri við The Independent.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch skrivar í einari frágreiðing, at ísraelska herleiðslan ger ov lítlan mun á hernaðarligum og sivilum málum. Felagsskapurin, sum hevur høvuðsstøð í USA, vil vera við, at í fleiri førum kunnu tey ísraelsku álopini á mál í Libanon lýsast sum krígsbrotsverk. Ísraelska herleiðslan hevur lagt Hizbollah undir at brúka sivilfólk sum livandi skjøldur, men Human Rights Watch sigur seg ikki hava funnið prógv fyri tí.

-Í fleiri førum tykist tað, sum at ísraelsku álopsmálini verða tilvildarliga vald, og í summum førum tykist tað, sum at álopini eru beinleiðis vend ímóti sivilum málum, skrivar Human Rights Watch.