Skip og tyrlur leita framvegis eftir meiri enn 100 fólkum, sum ikki eru komin afturíaftur eftir vanlukkuna, tá ferjan MV Rabaul Queen sakk nærhendis Papua Ný Guinea í gjár. Higartil eru umleið 250 fólk bjargað, og tey eru flutt til býin Lae.
Bjargingarliðini halda, at fólk kunnu vera á lívi í ymsum rúmum í skipinum.
Ferjan, sum reiðaríið Rabaul Shipping eigur, sakk knappar 10 fjórðingar úr landi eystur úr býnum Lae. Reiðaríið hevur sagt, at 350 ferðafólk vóru við skipinum, og at manningin taldi 12.