Heini Olsen
----
Í gomlum døgum virkaði ein sera hent Havna- og veganevnd, sum meg ørminnist taldi einar fýra, fimm løgtingsmenn ella kanska vóru teir fleiri, og allir vóru teir sera kunnugir við føroyska gerandisdagin, sum tá ofta hevði sínar stóru, samferðsluligu trupilleikar. Tá gongd fyrst í sekstiárunum var komin á vegagerðina, søgdu teir mangan á fundi: “Ja, ansi nú eftir, at ikki stígur kemur í!” Tíverri kom stígur í og tað ikki eiti á stígur, sum nu man hava ára tíggir á baki.
Tingmenn komu regluliga til fundar hjá Landsverkfrøðinginum, sum fyrst lurtaði væl eftir, hvat teir høvdu at leggja fram, áðrenn Mikkjal segði teimum sína hugsan um málið. Um vansar og fyrimunir, um fígging og mangt annað hvat, og hóast teir ikki hvørja ferð vóru samdir, endaði tað altíð við eini niðurstøðu, sum kanska ikki kom í lag eftir fyrsta fundin, men, í hvussu var, so hvørt tað eftir fleiri fundum við smærri broytingum var sodnað.
Tunlar
Undir heitinum Tunlar hevði Ólavur Hátun herfyri eitt sera áhugavert hugskot um samhaldsfast framhald av Føroya samferðslukervi.
Greinin er eftir øllum at døma sprottin úr góðu semju floksformanna millum á fundinum í Miðlahúsinum fyri tveimum vikum síðani.
14. februar standa í Sosialinum lið um lið tvær áhugaverdar greinir. Onnur eitt herligt glefs frá Tórbjørn Jacobsen, presti, um Dahls Varehus, og ein frá Ólavi Hátún, har hann mestsum rør afturáaftur og ger vart við vandan í at leggja Føroya samferðsluframburð lamnan í langa tíð við fyrst at fara undir tann kostnaðarmikla Sandoyartunnilin, áðren tær smærru, men sera átrokandi ábøtur eru framdar, eitt nú í Suðri og Norðoyum har teir elstu, smølu, lágu og eittsporaðu tunlarnir liggja.
Verður hugt at normunum fyri tunlar, áttu hesir beinanvegin at verið stongdir; men sum er, ber tað jú illa til.
Í nevndu støðum eigur alt fyri eitt at farast undir nýgerð av dupultsporaðum tunlum, hetta í vón um, at eingin vanlukka hendir í gomlu tunlunum, áðrenn teir nýggju eru opnaðir.
Tað verður ov langt á hesum sinni at nevna øll tey støð, har tørvur er á ábót; men hjá Landsverkfrøðinginum liggur frá gamlari tíð hópin av forprosjektum og rættililiga nógv liðug prosjekt klár at fremja, tó sjálvandi við tí eftirmeting, sum eftir so mong ár ætlandi man vera neyðug.
Í báðum greinum Ólav Hátúns vísir hann á eina sera væl undirbygda, samhaldsfasta fíggjarliga loysn á hesum stórmáli, og vil eg við hesum mæla til, at okkara fólkavaldu veruliga taka greinir hansara til eftirtektar og fara undir tað arbeiðið, sum nú í mong Harrans ár hevur ligið á láni, hetta í vón um, at tá ikki aftur kemur stígur í, so ungfólk ikki í vónloysi framvegis fara at flyta av landinum.
Komin í reypsaldur og væl so tað, kann eg at enda nevna, at eg fyrstu 7 árini sum vegaverkfrøðingur frá 1956 til -62 arbeiddi í Iran ella Persia, sum vit tá nevndu landið og, at eg frá 1965 og til fráfaringaraldur saman við góðum medarbeiðarum havi staðið fyri vegaprosjektdeild Landsverkfrøðingsins.
Í sama tíðarskeiði var eg í1973/74 og í 1977/78 læntur út til danska felagið KAMPSAX í ávikavist Afghanistan og Nigeria. Somuleiðis í 1992/94 til felagið Kamp-Pihl á Zansibar. Ein lítil vegastubbi liggur eisini eftir meg í Los Angeles.
Mikkjal var sera beinasamur í so máta. Hann helt fyri, at eg gjørdi kortini einki annað enn at ganga runt og órógva við at siga frá søgum; men eg haldi meg eisini duga at meta um stóra virðið í tí, sum Ólavur Hátún sum leikmaður hevur á loftið.
Tórshavn, 16. februar 2014