Meira tunnilsprát

Tunnilsprátið í hesum døgum blívur alsamt meira og meira skemtiligt. Tað seinasta nýggja er at Poul Michelsen boðar frá fyri­spurn­ingi til løgmann, har spurt verður um, hvat landið ætlar at brúka partapeningin í Vága- og Norðoyatunnlinum til.
Svarið er sera einfalt. Hes­in peningur er ikki til sum tøkur peningur, hann er brúkt­ur til at útbyggja før­oyska vegakervið og fáar al­mennar íløgukrónur eru brúkt­ar á skilabetri hátt.
Poul Michelsen kundi eins væl spurt hvat landið ætlar at gera við tann pening, ið á sinni varð brúktur til Oyggj­arvegin, Gomlurætt ella sum gjald fyri Smyril. Spurn­ing­ur­in er púra meiningsleysur.
Landið eigur nógv part­a­brøv í ymiskum feløgum. Hesi mongu feløg hava greiða endamálsgrein. Almennu partbrøvini í Før­oya Tele, Atlantic Airways, Bank­Nord­ik osfr, er landsins ogn­ar­lutur í feløgum, ið reka fram­halda­ndi vinnu við vinningi fyri eyga. Tí fær landið eisini vinn­ings­býti frá hesum feløgum og hesi partabrøv eru eisini um­set­i­lig. Øðrvísi er við parta­pen­ing­inum í Norðoya- og Vága­tun­linum. Her er talan um íløgu í føroyska vegakervið. End­a­málið er ikki at forrenta al­mennan innskotspening, men at forrenta og afturrinda lán­i­kapital, tí landið vildi ikki bera allan kostnaðin av tunl­u­num. Neyðugt varð sostatt við bummgjaldi og tí vórðu part­a­feløgini stovnað.
Við­merk­ing­arnar til tunn­ils­lóg­ir­nar eru púra greiðar og sjálv­andi atkomiligar á neti­num. Tí skal tað ein ser­stak­liga góður vilji til at mis­skilja, hvat endamálið var við teim­um 395 mió, ið landið setti í báðar tunnlarnar.
Eing­in kann forða løg­ting­i­num at lóggeva móti gjørd­um avtalum og veðseta Norð­oya- og Vágatunnilin til frama fyri aðrar verkætlanir. Men slíkt avtalubrot verður ikki framt uttan svørðslag.