Meira rumenskt til Tjaldur

Tjaldur má vera Alinu Olaru fyriuttan komandi kappingarár, nú hon er farin í burðarfarloyvi. Tí hevur felagið gjørt av at styrkja sær um hópin, og aftur hesa ferð er talan um rumenskan spælara. Rimbu Cornelia Elena eitur nýggju spælarin, sum í heimlandinum hevur verið ein sera málsøkin bakspælari, sum fýra ferðir hevur verið partur av rumenska landsliðshópinum.