Onkur hevur helst lagt til merkis, at okkurt gongur fyri seg á takinum í SMS.
? Hetta er fyrsta byggistig av stóru umbyggingini av SMS, sigur Hans Mortensen, stjóri. ? Vit byggja ein rygg, soleiðis, at meira ljós kemur á gongsøkið í SMS. Soleiðis verður tað eisini ljósari inni.
Tvær tær norðastu lonirnar verða broyttar í erva. Tær verða renoveraðar og ístandsettar. Hetta er tað, ið verður gjørt við, at Perlan fellur burtur, og Sunset Boulevard, Burger King og ein steak-matstova koma ístaðin fyri.
Eftir ætlanini skal hetta vera liðugt í september mánaða, og higartil heldur tíðarætlanin.










